Nú nýggj samgonga er skipað er eisini nøkulunda greitt, hvussu umboðandi av suðuroyingum í landsstýrinum og í løgtinginum verður.
Jacob Vestergaard av Økrum verður landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.
Erhard Joensen (Sambandsflokkurin), Henrik Old (Javnaðarflokkurin) og Sirið Stenberg (Tjóðveldi) úr Vági eru vald í Løgtingið.
Bjarni Hammer (Javnaðarflokkurin) og Kristin Michelsen (Sjálvstýri) av Tvøroyri eru eisini valdir í Løgtingið.
Alt bendir á, at Jóhan Eli Poulsen (Fólkaflokkurin) úr Sandvík eisini tekur sæti á Løgtingi, tí Annika Olsen væntandi fer at halda áfram sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og tí ikki tekur sætið á Løgtingi.
Facebook viðmerkingar