Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru samdir um at skipa samgongu. Samgongan hevur sum mál, at Føroyar skulu gerast eitt samfelag í serflokki. Fyri at náa hesum máli fara vit at loysa týðandi mál, ið kunnu flyta samfelagið framá.
Samgongan heldur, at við teimum stóru broytingum, sum eru kring heimin, og teimum krøvum, sum sett verða okkum sum samfelag, er neyðugt at gera politiskar langtíðarætlanir og nýskipanir og leggja eina politiska strategi fyri samfelagið og vinnuna.
Samgongan raðfestir tey øki, sum eru samfelagsliga virðisskapandi og hava serligan týdning fyri at tryggja framhaldandi menning, vøkstur og politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.
Samgongan heldur, at politiska skipanin alla tíðina skal hava eina lang-tíðarætlan at halda seg til, og tey komandi árini mugu fremjast ítøkiligar nýskipanir og bygnaðarbroytingar. Endamálið er at skapa neyðugt hald-føri í samfelagsbúskapinum og gera okkum til reiðar at taka ímóti framtíðar avbjóðingum og møguleikum.
Samgongan fer at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv.
Samgongan fer við fjøltáttaðum átøkum at breiðka um bústaðarmarknaðin. Alternativir fíggingarmøguleikar verða kannaðir, og útboðið til teirra, sum hava serligan tørv, verður víðkað.
Vinnan skal hava góðar karmar, soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Vit skulu hava eina fiskivinnuskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umvørvisliga burðardygd, og sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.
Búskapar- og fíggjarpolitikkur
Føroyska samfelagið hevur stórar búskaparligar avbjóðingar, serliga tá hugsað verður um afturvendandi sveiggini í búskapinum frá okkara tilfeingisvinnum. Tí má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum hesar avbjóðingar, uttan at vælferðin verður sett í vanda.
Langtíðarfíggjarætlanir, sum framtíðartryggja vælferðina, verða gjørdar bæði fyri rakstur og løgur. Málið er ein sjálvberandi búskapur, har borgari og vinna hava frælsi og møguleikar at skipa egin viðurskifti og egna framtíð.
Hetta skal gerast við góðum íverksetaraskipanum, har vinnan og myndugleikin skipa eitt vakstrarforum, ið skal tryggja framhaldandi búskaparvøkstur við eggjandi skatta- og avgjaldspolitikki.
Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur.
Fyri at tálma búskaparsveiggjum er neyðugt at føra ein konjunkturjavnandi fíggjar- og búskaparpolitikk, har spart verður upp í góðum tíðum og spaðað til í verri tíðum.
Skatta- og avgjaldspolitikkur
Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini.
Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, men at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.
Hetta er neyðugt fyri áhaldandi búskaparvøkstri og støðugum almennum tænastustøði.
Uttanlandsinntøka, ið ikki er skattskyldug í Føroyum, skal ongantíð roknast sum meira enn kr. 65.000, ið svarar til botnfrádráttin í landsskattinum.
Um rindað verður til eftirløn uttanlands, eigur hetta at verða mótroknað í kravdu eftirlønaruppsparingini í Føroyum.
Fyri at styrkja um arbeiðsútboðið og møguleikar hjá pensjónistum at arbeiða verður mótrokning fyri arbeiðsinntøku í pensjónini endurskoðað, so tað altíð loysir seg at arbeiða.
MVG-skipanin skal endurskoðast, so hon verður meira brúkara- og vinnuvinarlig.
Fyri at nøkta bústaðar- og hølistørvin á ymsum økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri endurskoðaðum reglum og nýggjum ognar- og fíggjarhættum at verða royndir.
Málið er at tryggja fjølbroyttar bústaðarmøguleikar til allar føroyingar.
FISKIVINNUMÁL
Vit skulu hava eina fiskivinnuskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.
Tilfeingið, ið er ogn Føroya fólks, kann latast sum brúksrættur í ávíst tíðarskeið og kann fella aftur til landið eftir nærri ásettum treytum.
Gransking og menning innan veiðu og matvøruframleiðslu eru avgerandi fyri kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni og fyri at skapa mest møguligan virðisvøkstur.
Fiskiveiðiskipanin skal byggja á eina loyvisskipan við 10 ára uppsagnartíð.
Prosentparturin, sum svarar til 1 ára uppboðssølurættindi í 2019, har parturin oman fyri hámarkið í §15 í løgtingslóg um sjófeingi av svartkjafti, norðhavssild og makreli er íroknaður, verður saman við menningarkvotunum samlaður og býttur í tveir lutir.
Annar luturin verður tøkur til royndar- og verandi menningarkvotur, meðan hin verður avhendaður sum loyvir við 10 ára uppsøgn. Hesin kann tó ikki verða størri enn prosentparturin av 1 ára uppboðssølukvotuni í 2019.
Lækking av heildarkvotuni fer beinleiðis av hesum kvotum, til heildarkvoturnar eru ájavnt við hámarkið.
Verandi menningarkvotur verða eftirmettar og kunnu gerast til loyvir við 10 ára uppsøgn, um mett verður, at tær eru virðisskapandi og burðardyggar.
Kvotur, sum eru seldar sum 3 og 8 ára rættindi, verða umlagdar til loyvir við 10 ára uppsøgn og skulu aftan á uppboðssølutíðarskeiðið rinda tilfeingisgjald. Tað sama verður galdandi fyri øll rættindi á Flemmish Cap og í Barentshavinum.
Tilfeingisgjaldið verður eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu-, olju- og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verða umleið á sama støði sum í 2018.
Fyri at tryggja nýtslu av óbrúktum fiskirættindum kann royndarkvota verða latin sum ískoyti til hesar royndir.
Fiskiloyvi skulu knýtast at skipunum, millum annað fyri at tryggja manningunum rætta hýru. Umsetiligheit verður loyvd, og í umseting kunnu kvotur/fiskidagar latast fyri eitt ár ella sum endalig avhending.
Besta gagnnýtsla fæst úr tilfeinginum, um loyvini verða útskrivað sum eginkvotur. Tí vil samgongan miða ímóti at skipa allan fiskiskap sum eginkvotur.
Greiðar reglur verða gjørdar fyri ferðavinnufiskiskap.
Brúksskylda skal fylgja fiskiloyvinum. Er fiskiloyvi ikki brúkt í 2 ár, fellur tað aftur til landið. Fyri at kunna avhenda kvotur/fiskidagar fyri 1 ár skal loyvishavarin sjálvur hava brúkt ein ávísan prosentpart av loyvinum árið fyri.
Fiskidagaskipanin verður varðveitt, og gerast skal ein umsitingarætlan.
Fyri at tryggja ein fjølbroyttan og breiðan eigaraskara verða avmarkingar gjørdar í, hvussu stóran part hvør einstakur kann hava av rættindum í hvørjum bólki og av hvørjum fiskaslagi.
Allur fiskur skal um føroyskan kaikant. Tó skal undantak vera fyri fjarfiskiskap, har umstøður so sum góðska og/ella kostnaður tala fyri tí, og fyri fiskiskap, har móttøkukapasiteturin í Føroyum er avmarkaður. Eisini um serligar umstøður gera seg gjaldandi, skal vera møguligt at fáa undantak.
Eftirlitið við útlendskum eigaraskapi í fiskivinnuni skal styrkjast, bæði tá talan er um avgerðarrætt og til fyribyrging av transfer pricing. Útlendskur ognarlutur, sum er í vinnuni í dag, fær loyvi at halda fram, og í nýggjum feløgum kunnu útlendingar í mesta lagi eiga 25%, soleiðis at vitan kann koma føroysku fiskivinnuni til góðar. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin til eina og hvørja tíð er á føroyskum hondum.
Skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett. Royndarveiða á Føroya Banka heldur fram við tí endamáli at kanna, um veiða á bankanum kann takast upp aftur.
Í umsetiligheitini má tryggjast, at veiðiorka á djúpum vatni ikki ótarnað kann flytast inn á grunt vatn.
Um fiskirættindi verða endaliga avhendað, verður henda søla skattað.
HEILSUMÁL
Fyri øll hevur heilsan avgerandi týdning. Eitt vælvirkandi heilsuverk er ein fortreyt fyri góðum trivnaði, og tað eigur tí at fáa hægstu raðfesting.
Heilsuverkið skal virka sum ein eind við sjúklinginum í miðdepilinum. Likamlig- og sálarlig heilsa og viðgerð skulu javnstillast. Skjót útgreining av sjúklinginum er avgerandi.
Fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er umráðandi, at heilsufakligu stavsfólkini hava góðar umstøður.
Tørvurin á heilsustarvsfólki er alsamt vaksandi, m.a. starvsfólki við serútbúgving. Tí verður neyðugt at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi innan heilsuverkið, og dentur skal leggjast á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar. Útbúgvingartilboðini innan heilsufakliga økið skulu víðkast.
Føroyar verða skipaðar sum eitt demensvinarligt samfelag sambært demensætlanini.
Heilsuverkið skal gera avtalur við bestu sjúkrahús uttanlands um samstarv, starvsfólkamenning og sjúkraviðgerðir, so at ein rotatiónsskipan verður gjørd, sum í størst møguligan mun tryggjar, at førleikin verður verandi í Føroyum.
Skjót útgreining og viðgerð skulu vera hornasteinar í almenna heilsupolitikkinum. Skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, sum ásetur, at eingin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.
Bíðitíðin hjá sjúklinginum skal styttast, og sjúkrahúsverkið skal almannakunngera bíðitíðirnar til tær ymsu viðgerðirnar. Orsøkirnar til bíðilistar verða alsamt útgreinaðar.
Talgilda skrásetingin av virkseminum á sjúkrahúsunum skal betrast, so leiðslan fyri sjúkrahúsverkið fær neyðugu stýringsamboðini at leggja raksturin skynsamari til rættis.
Talgildu Føroyar skulu eisini umfata sjúkrahúsverkið. Talgilt samskifti millum stovnar, myndugleikar og apotek skal mennast.
Tað skal finnast ein loysn, har P-tal og Cpr-nr. verða samankoyrd í sambandi við skráseting av føroyskum sjúklingum, sum fáa viðgerð uttanlands.
Skipast skal fyri eini tvørgangangdi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands. Ein felags visitatiónsnevnd verður skipað, ið skal tryggja fulla gagnnýtslu av øllum trimum sjúkrahúsunum.
Reglurnar fyri fylgjarar verða endurskoðaðar. Allir sjúklingar, ið verða sendir av landinum, skulu hava rætt til fylgjara.
Heilsuverkið skal í størri mun vera við í fyribyrgjandi arbeiði, m.a. við at leggja dent á fólkaheilsutiltøk og kunning. Dentur eigur at verða lagdur á rørslu, heilsugóðan kost o.a.
Rehabiliteringin skal styrkjast kring alt landið. Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi. Eisini skal tilmælið fylgjast um rehabilitering av fólki við parkinson, sklerosu og øðrum neurologiskum avbjóðingum.
Viðlíkahaldsvenjing skal setast í verk sum skjótast.
Fólk við seinheilaskaða skulu fáa nøktandi tilboð.
Ein nýggja krabbameinsætlan verður gjørd.
Ein diabetesmiðstøð skal stovnsetast, og møguleikin fyri uttanhýsis serfrøði skal kannast nærri.
Psykiatriskir sjúklingum verður tryggja bráðfeingis hjálp á skaðastovum.
Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.
Ein skipan við møguleikaváttanum verður kannað nærri.
Vit eiga í mest møguligan mun at fyribyrgja dupultfunktiónum í heilsuverkinum.
ALMANNAMÁL
Samgongan ásannar, at eingin keta er sterkari enn tað veikasta liðið, og hevur sett sær fyri at fremja ein virknan politikk á almannaøkinum, har borgarin er í miðdeplinum og hevur møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.
Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av
arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.
Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.
Fyri at tryggja núverandi og framtíðar pensjónistar verður ein aldurstrygdargrunnur settur á stovn, har allar almannapensjónir verða útgoldnar við eini skattafríari grundarupphædd og eini skattskyldugari viðbót. Hetta fer at geva pensjónistum, ið onga aðra inntøku hava, eina munandi hækking av tøkum peningi. Mótrokningin fyri arbeiðsinntøku skal broytast, so tað veruliga fer at loysa seg at arbeiða.
Ansingarstuðul til óhjálpin heimabúgvandi millum 18-66 ár verður settur í verk, og egingjald fyri heimahjálp skal endurskoðast.
Lógin um eldraøkið verður beinanvegin endurskoðað saman við kommununum og øðrum avvarðandi myndugleikum. Faklig krøv skulu setast, og røktartyngdin skal vera avgerandi fyri starvsfólkahópin. Eisini verður fíggjarleisturin endurskoðaður.
Uppskotið um vælferðarlóg, sum skal avloysa forsorgarlógina, verður endurskoðað og dagført.
Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk.
Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.
Talsfólk til borgarar við tørvi vegna brek ella sjúku verður sett í starv í
samráð við Megd.
Betrað verður um viðgerðarmøguleikarnar hjá kvinnum, ið hava rústrupulleikar, og bøtt verður um tilboðini til børn og ung, sum vaksa upp í heimum við sálarsjúku og rúsmisnýtslu.
Heimilað verður kommununum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja aðra ansing ella velja at ansa egnum børnum heima. Hetta verður gjørt út frá meginregluni um, at pengarnir skulu fylgja barninum.
Barnburðarfarloyvið verður longt til minst 52 vikur, og skipanin verður gjørd smidligari. Hetta skal til dømis geva foreldrum møguleika at arbeiða niðursetta tíð og møguleika at ráða fríari yvir farloyvistíðini.
Viðurskiftini hjá sjálvstøðugum vinnurekandi viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi verða endurskoðað.
Avtalan ”Tann góða tilgongdin” skal endurskoðast og mennast. Eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi skal knýtast at familjum, ið hava fingið barn við serligum tørvi, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg.
Ein yvirskipað brekpolitisk virkisætlan fyri Føroyar skal gerast.
Skipanin viðvíkjandi “Hjálpiráðum” verður endurskoðað.
Avtala verður gjørd millum Almannamálaráðið og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall.
Stig verða tikin til at tryggja, at umsorganararbeiði kring landið verður raðfest á sama støði alt árið.
Arbeiðið hjá hjálpar- og viðgerðarfelagsskapum/stovnum skal styrkjast.
Tiltøk ímóti happing í ansingarstovnum og skúlum verða styrkt .
Deyvatulkingartænastan verður styrkt.
Dag-, frítíðar- og arbeiðstilboð til persónar við skerdum førleikum verða raðfest. Viðvíkjandi arbeiðstilboðum skulu almennir stovnar ganga undan.
Foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest.
Familjan er hornasteinurin í samfelagnum og eigur tí at fáa hægstu raðfesting í lógarverkinum.
ÚTBÚGVINGARMÁL
Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving. Skúlin skal framhaldandi byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.
Fólkaskúlin skal vera fyri øll. Allir næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa dygdargóða frálæru- og undirvísingartilboð.
Tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í samband við m. a. floksstødd, serøki og starvsfólkaviðurskifti.
Neyðugt verður eisini at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar, talgildu førleikarnar og málmenningina hjá næmingunum.
Harafturat verður neyðugt at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna.
Vit eiga framhaldandi at stuðla skrivi- og lesiveikum næmingum, soleiðis at teir kunnu nema sær útbúgving á jøvnum støði við onnur.
Skúlatilboðini til teir næmingar, sum hava menningartarn og koma úr fólkaskúlanum, verða ment.
Samskipanin millum dagstovnaøkið og fólkaskúlan verður ment, og dagstovnalógin verður endurskoðað.
Privatskúlar og eftirskúlar skulu stuðlast og mennast enn meir.
Øll skulu hava møguleika at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving.
Nú breytaskipanin hevur nøkur ár á baki, verður hon endurskoðað.
Rák uttanífrá gera tað neyðugt at styrkja tær hugvísindaligu lærugreinarnar.
Yrkisútbúgvingarnar í Føroyum hava stóran samfelagsligan týdning. Tær verða framhaldandi mentar og tillagaðar. Fyri lærlingar verður botnfrádrátturin í skattinum hækkaður.
Arbeiðast skal við at fyrireika og stovna møguligar nýggjar yrkisútbúgvingar innan t. d. ali- og fiskivinnu.
Samgongan ynskir at menna og styrkja Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetrið eigur sum skjótast at verða altjóðagóðkent og gerast partur av Bologneavtaluni.
Fróðskaparsetrið eigur at leggja stóran dent á útbúgvingar, sum vinnan og samfelagið fara at fáa brúk fyri.
Skipanin við Fróðskaparsetrinum verður endurskoðað, og lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðinga-útbúgvingarnar verða eftirmettar.
Gransking hevur stóran týdning í einum framkomnum samfelag, og samgongan vil raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív, herundir eisini gransking innan biotøkni og kunningartøkni.
ES-granskingarsamstarvið verður eftirmett.
MENTAMÁL
Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt.
Samgongan vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF við sersambondum, Parasport Føroyar, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.
Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskt mál, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur.
Tá almennir bygningar verða bygdir, skal ein ávísur brotpartur av byggikostnaðinum verða nýttur til listprýði.
Samgongan vil stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.
Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvalsítróttarfólki.
Samgongan vil arbeiða fram ímóti, at øll børn, sum ynskja tað, fáa møguleika at verða tikin upp í musikkskúlanum.
Arbeitt verður við at stovnseta eina listaskúlaskipan fyri børn og ung í fólkaskúlaaldri.
Samgongan vil stuðla søvnum kring landið, sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara.
Skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli verður endurskoðað.
Tað skattafría hámarkið til ítrótt skal broytast.
Ætlanin um nýtslu av bygningunum í Hoydølum verður endurskoðað.
Frælsi til at søkja stuðul úr grunnum í Føroyum og uttanlands eigur at vera ein sjálvsagdur møguleiki hjá almennum stovnum.
Kringvarpslógin verður endurskoðað við atliti at bygnaði, m.a. skipanini við stýri, tíðindadeildum, public service skyldum, kringvarpsgjaldi og í samband við at tryggja óheftni í fjølmiðlunum.
Skipanin við miðlastuðli verður eftirmett.
Samgongan vil arbeiða fyri at styrkja móðurmálið m.a. við at útvega meira av føroyskum undirvísingartilfari í fólkaskúla og miðnámi.
Framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum.
Teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast. Ein ætlan um “talu til tekst” fyri sjónveik verður stuðlað.
Integratiónslóg skal gerast við serligum atliti at føroyskum sum annað mál.
Arbeiðið við at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í fólkakirkjuni.
Tjóðleikhús skal byggjast, har vit bæði kunnu vísa fram og geva skapandi listini góðan grórarbotn.
ORKUMÁL OG UMHVØRVI
Veðurlagsbroytingar fylla nógv í almanna kjakinum um allan heimin. Samgongan vil seta í verk átøk, sum minka um útlát og dálking. Eisini vil samgongan virka fyri at verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvið.
Grøna tilgongdin skal skipast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Hetta skal samskipast í einari orkuráðgevandi nevnd, har hesir tríggir partar koma við sínum tilmælum um, hvussu vit fáa einar grønari Føroyar. Trípartasamráðingar millum hesar partar skulu koma við bæði stutt- og langtíðarmálum einum grønari Føroyum at frama.
Fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar og vinna samstarva. Vit skulu gera grønar orkuloysnir bíligari fyri brúkaran og seta í verk skipanir og lóggávu, ið minka um til dømis dálking og matoysl. Eisini eiga pantskipan og endurnýtsla at verða raðfest.
Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni.
Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja.
Trupulleikin við dálking, serliga frá plasti, skal loysast við fyribyrgjandi tiltøkum. Trupulleikin við ljóð- og luftdálking frá skipum skal loysast, og skal tað gerast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Landið skal seta í verk reglugerð, ið tálmar hesari dálking.
Umhvørvislógin og náttúruverndar- og margfeldislógin skulu endurskoðast við serligum atliti at ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. Nýggj kemikaliulóg skal eisini setast í verk.
Lóggávan skal lagast til føroysk viðurskifti.
Galdandi byggireglugerð verður endurskoðað og lagað til føroysk viðurskifti.
Almennir bygningar skulu í mest møguligan mun hava grønar orkuloysnir.
Nærum helmingurin av føroyska útlátinum kemur frá skipum. Týdningarmikið er tí, at flotin verður endurnýggjaður, so vit fáa nýggj skip, ið dálka munandi minni enn tey eldru.
Vitan innan nýggjar orkukeldur í Føroyum verður raðfest, eitt nú kanning og skráseting av flógvum keldum í Føroyum.
Landið skal stuðla træplanting.
Tilbúgvingin í sambandi við oljudálking skal samskipast og betrast, og uppgávubýtið skal gerast greiðari.
VINNUMÁL
Endamálið við vinnupolitikkinum er at menna verandi vinnur og at eggja til nýtt virksemi, sum er burðardygt og skapar stórt avkast.
Vinnupolitikkur samgongunnar verður grundaður á, at kapitalur og arbeiðsmegi skulu hava frítt at fara til vinnur, sum skapa avkast.
Tað almenna skal tryggja vinnuni góðar karmar, soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum.
Dentur verður lagdur á vinnuligar útbúgvingar og vinnugransking.
Gjørdar verða best møguligar handilsavtalur við lond, sum hava marknaðarligan týdning fyri føroysku vinnuna.
Alivinnan er vorðin ein stór og arbeiðsskapandi vinnugrein, og støðugt eigur at verða bøtt um marknaðaratgongdina hjá alivinnuni.
Stuðlað verður undir møguleikarnar fyri framleiðslu og menning av føroysku laksa- og sílastammunum og føroyskum loysnum í alivinnuni sum heild.
Samgongan vil arbeiða við menning, vøkstri og fjølbroytni av alivinnuni – herundir at koma út á hav at ala – og eigur hetta til eina og hvørja tíð at verða gjørt á einum lívfrøðiliga ráðiligum grundarlagi.
Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini troytast, og arbeiðast skal eisini við møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sum tara- og skeljaaling.
Ansast má eftir umhvørvinum, og loysnir eiga áhaldandi at verða funnar fyri at avmarka dálkingina.
Ferðavinnan er ein skjótt vaksandi tænastuvinna, ið hevur sum fortreyt, at ferðafólk koma til landið og leggja pening eftir seg. Endamálið eigur at vera, at skipaða ferðavinnan er búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygg og skapar nógv arbeiðspláss, samstundis sum hon órógvar minst møguligt bygdalív og náttúru.
Funnið verður fram til eina semju millum jarðareigarar/festarar og ferðavinnuna saman við lands- og kommunalum myndugleikum at skipa ferðing í náttúruni á burðardyggum grundarlagi og at samskipa gjøld og annað, soleiðis at ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir.
Samferðslugjøld, sum útlendsk ferðafólk rinda fyri ferðing í Føroyum, verða endurskoðað.
Umráðandi er, at ferðavinnan er ein vinna fyri alt landið, og at peningur fellur til økini, har virksemið fer fram.
Gransking er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum. Hon hevur týdning fyri, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit skipa okkara samfelag. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit hava vinnurelateraða gransking.
Føroyar eru matvøruútflytari, og tí er tað sjálvsagt, at granskað verður í matvøruídnaði, havumhvørvi og innan onnur viðkomandi øki. Granskað eigur eisini at verða í árinunum, sum vinnan hevur á umhvørvið á okkara firðum.
Virkað verður fyri at bjóða Føroyar fram sum eitt stað fyri altjóða gransking innan havfrøði.
Orðaður verður ein landbúnaðarpolitikkur, sum leggur dent á menning av føroyskum landbúnaðarúrdráttum og tekur atlit til burðardygga nýtslu av bø og haga. Hesin politikkur skal verða grundarlagið undir framhaldandi vinnuligari menning av landbúnaðinum. Miðað verður ímóti, at Føroyar verða sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum.
Umsetiligar skipanir viðvíkjandi rættindum innan landbúnaðin eiga m.a at vera grundaðar á rættin til stráfóðurframleiðslu.
Styrkt eigur at vera um mjólkaframleiðsluna í Føroyum, og vit eiga at endurskoða verandi skipan, so hon verður betur lønandi.
Verklig skeiðsútbúgving innan landbúnaðin skal styrkjast og skal geva førleikar til teirra, sum skulu yvirtaka festi.
Føroysk kunningar- og samskiftisvinna (KST-vinna) skal stimbrast. Hetta skal gerast við, at landið keypir føroyskar KST-loysnir, har tað er møguligt. Eisini skal virkast fyri, at KST kann gerast ein útflutningsvinna.
Fyri at tryggja javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum verður farið undir fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum.
Almenn bygging verður bjóðað út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðug vinnurekandi kunnu bjóða.
Arbeitt verður við at menna føroyskt skipasmíð.
Føroyska fiskivinnan skal næstu árini endurnýggja skipaflotan. Í hesum sambandi verður arbeitt fyri, at hetta í størst møguliga mun verður gjørt í Føroyum.
Hetta verður gjørt við eini framhaldandi spesialisering og menning av útgerðarvinnuni til fiskiskip og einum arbeiðsbýti millum føroyskar og útlendskar skipasmiðjur í størri verkætlanum.
Dentur verður lagdur á at útbúgva fólk til ta vaksandi matstovuvinnuna í Føroyum. Eisini skal menning av matstovuvinnuni vera partur av gransking innan matvøruframleiðslu.
Okkara visjón er, at føroysk shippingvinna skal verða ein týðandi leikari í altjóða høpi og skapa avkast, framburð og vælferð. Tí er neyðugt, at lógir og kunngerðir á hesum økinum eru dagførdar, soleiðis at Føroyar sum sjóvinnutjóð eru kappingarførar.
Bæði okkara fiski- og alivinna hava fyri neyðini at kunna marknaðarføra seg sum burðardyggar og umhvørvisvinarligar vinnur. Tí hevur tað týdning, at útgerðarvinnur, sum veita vørur og tænastur til hesar vinnurnar, eru orkueffektivar og umhvørvisvinarligar.
Eisini er týðandi, at stuðlað verður undir undirveitarar, hvørs vørur og skipanir hava minst møguligt útlát og burturkast við sær.
Føroyska heilsu- og apoteksverkið eru í menning. Ein miðvís víðari menning av verandi heilivágsframleiðslu verður til gagns bæði fyri vinnuligt virksemi í Føroyum og fyri heilsuverkið sum heild. Virkað verður fyri, at komast kann longri á leið við heilivágsframleiðslu í Føroyum.
Samgongan hevur sett sær fyri, at útbúgvingarverkið verður ein virkin partur í at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum.
Eggjað verður teimum við hægri útbúgving at skapa sær sín egna vinnuveg ella í størri mun at søkja sær starv í vinnuni.
Settur verður á stovn ein vinnu- og granskingargrunnur at stimbra føroyska íverksetan og føroyskt vinnulív.
Viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar, so hann í størri mun kann fíggja nýtt virksemi.
Íverksetaraportalur verður settur á stovn.
Har tað verður mett møguligt og skynsamt, fær privata vinnan møguleika at bjóða upp á almennar tænastuveitingar, har tað kann gerast við fyrimuni fyri brúkaran, fíggjarliga og tænastuliga. Tó verða kjarnuveitingar ikki umfataðar av hesum.
Landsins ognarlutur í vinnufyritøkum verður endurskoðaður.
Tá tørvur er á arbeiðsmegi, skal vera lættari og skjótari at fáa fatur á tíðaravmarkaðari, útlendskari arbeiðsmegi.
Arbeiðsgevarar, sum hava tímalønt starvsfólk, skulu javnsetast, tá umræður sjúkradagar.
Møguleikarnir verða kannaðir at gera eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu.
Loðslógin verður endurskoðað.
SAMFERÐSLUMÁL
Samgongan vil tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið.
Tí verður ein samferðsluætlan gjørd, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar innan fyri langtíðar løgukarmin.
Arbeitt verður við at finna ein leist fyri fígging av samlaða samferðslukervinum, soleiðis at fastbúgvandi fáa fyrimun.
Samferðslugjøld, sum útlendsk ferðafólk rinda fyri ferðing í Føroyum, verða endurskoðað.
Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast, og umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni verða raðfestar.
BÚSTAÐARMÁL
Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar til allar føroyingar
Tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum at hava ein bústað, og eitt framkomið samfelag eigur at tryggja sínum borgarum henda møguleikan.
Málið er at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk við serligum tørvi. Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.
Almenn og privat bústaðarbygging skulu javnsetast.
Bústaðarmarknaðurin eigur at verða fjøltáttaður við møguleika fyri sethúsum, eigara-, luta- og leigubúðstøðum.
Ein loysn skal finnast á vantandi fígging til bygging kring alt landið.
Alternativir fíggingarmøguleikar til bústaðarbygging verða kannaðir t.d. eitt samspæl millum pensjónsfeløg, bankar, privat feløg, Bústaðir v.m.
Tinglýsingargjaldið verður lækkað aftur.
ALTJÓÐA MÁL
Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina.
Málið er at hava fulla ávirkan á uttanríkispolitiskum økjum, sum bara viðvíkja Føroyum.
Føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær innlit í og ávirkan/avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar. Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um at lógartryggja hetta.
Umboðanin í fleirtjóða og altjóða felagsskapum verður styrkt. Arbeitt verður fyri eyðgleiðarastøðu í ST og sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, WTO og øðrum altjóða felagsskapum.
Samráðingar verða tiknar upp við íslendsku stjórnina um at gera nýggjan sáttmála landanna millum.
Útnorðursamstarvið verður styrkt.
Samstarvið við grannatjóðir og grannaøkir kring alt Norðuratlantshav verður ment.
Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið. Ein nýggj skipan við setan av sendifólkum verður gjørd.
Samgongan vil seta ferð á arbeiðið at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu við ES, Bretland og onnur lond.
Sum partur av Arktis vilja vit styrkja okkara støðu, serliga sum maritimur depil, á tilbúgvingarøkinum og við komandi tilfeingi í huga.
Ein greiður málsetningur fyri menningar- og neyðhjálp verður orðaður.
Undirskrivað:
Tórshavn, tann 14. september 2019
Jørgen Niclasen Bárður á Steig Nielsen Jenis av Rana
Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Miðflokkurin
Facebook viðmerkingar