Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Talan er um eitt starv sum stuðul á 10 tímar um vikuna, til barn ið er knýtt til frítíðarskúlan Rókina.
Starvið inniber at tú, saman við barninum, kemur at verða ein part av tíðini í skúlanum eftir skúlatíð og ein part av tíðini í Rókini. Vit vænta, at tú kanst stuðla barninum í tess menning og møta barninum har tað er. At tú kanst geva barninum ein tryggan og góðan dag, við møguleika fyri mennandi aktivitetum.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 20. juni 2020.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 27. september 2019 kl. 12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf.237580
Facebook viðmerkingar