Yvirlýsing: Samhaldsfasti riggar og skal hava frið

Samhaldsfasti er ein sólskinsøga og riggar væl. Útgjaldið í dag er 5.590 kr um mánaðin, og tað er eitt gott ískoyti hjá øllum pensjónistum. Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir.

Nú nýggj samgonga er skipað, hoyra vit, at ætlan er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við tí almennu pensjónini.

Í samgonguskjalinum stendur hetta:

“Fyri at tryggja núverandi og framtíðar pensjónistar verður ein aldurstrygdargrunnur settur á stovn, har allar almannapensjónir verða útgoldnar við eini skattafríari grundarupphædd og eini skattskyldugari viðbót. Hetta fer at geva pensjónistum, ið onga aðra inntøku hava, eina munandi hækking av tøkum peningi.

Mótrokningin fyri arbeiðsinntøku skal broytast, so tað veruliga fer at loysa seg at arbeiða.“

Síðani hetta var kunngjørt, hava verið nakrar ullintar útsagnir frá samgongutinglimum um Samhaldsfasta.

Um landið ætlar at gera broytingar í síni pensjón og viðbót, so teir við lægstu inntøkunum fáa meir, kann landið gera tað – hetta taka feløgini fult undir við – eisini at tað skal loysa seg at arbeiða, og tað ger tað eisini – men hetta skal ikki gerast við at fara eftir tí partinum av pensjónsskipanini, sum virkar væl. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjónistum í dag.

Grunnurin fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí tað vóru víðskygdir politikarar úr øllum flokkum, sum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava umsitið grunnin ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.

Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll – tað skal hann framhaldandi vera. Boðskapurin frá feløgunum er greiður – haldið fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta.

Feløgini biðja við hesum um fund við løgmann og landsstýrismannin við fíggjarmálum, so greiða kann fáast á hesi fløkju.

Óluva í Gong, forkv. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Georg F. Hansen, form. Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, form. Føroya Fiskimannafelag

Jacob Eli S. Olsen, form. Føroya Lærarafelag

Jógvan Philbrow, form. Føroya Pedagogfelag

Vigdis Johannesen, forkv. Havnar arbeiðskvinnufelag

Jastrid Niclasen, forkv. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjonsson, form. Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Súni Selfoss, form. Starvsmannafelagið

Facebook viðmerkingar