Tvøroyrar býráð hevur sett Fróða Mortensen í starvið sum kommunustjóri í Tvøroyrar Kommunu.
Fróði Mortensen er 56 ár, hann er búsitandi í Trongisvági og hevur seinastu 3 árini starvast sum Tekniskur leiðari hjá Vágs Kommunu. Frammanundan hetta hevur Fróði Mortensen starvast 16 ár sum økisleiðari fyri Føroya Tele í Suðuroynni.
Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðsluni saman við borgarstjóranum.
Kommunustjórin er skrivari hjá býráðnum, fíggjarnevndini, sosialu nevnd og mentanarnevndini, og málsviðgeri í málum hjá hesum nevndum. Kommunustjórin varar eisini av starvsfólkaøkinum hjá kommununi, og umboðar kommununa í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum.
Tvøroyrar Kommuna ynskir Fróða Mortensen vælkomnan í starv sum kommunustjóri har hann byrjar í 1. november 2019.
Facebook viðmerkingar