ELSKI HETTA LAND, er heiti á Nýggari EP sum Rúni (Rúni í Lágabø) gevur út. Hetta er fyrsta EP hjá honum. Rúni hevur gjøgnum árini givið fleiri stakløg út, m.a: ”Hvussi verðin er”, sum er nógv spældur í ÚF.
Seinasti lagið hjá honum varð latið úr hondum fyrr í ár. Tað var ein Norskur tekstur, til oynna Vigra í Norra, sum manglaði eitt lag. Sangurin kann hoyrast á youtube:
Rúni byrjaði at spæla í bólkinum Section í 1988. Teir góvu eitt Kasettuband út í 1993 (Í Lagi) í 1992 flutti hann til Danmarkar. Í 1993 var hann til eina kapping (Se og hør Grandprix), har tað eyðnaðist honum at vinna. Hett førdi við sær ein single plátu sáttmála, og bleiv ein single givin út sama árið.
Við á Hesari EP hevur Rúni fleiri royndar tónleikarar, sum eru útvaldir fyri at fáa tað ynskta ljóði. Rúni spælir sjálvur Klaver, og Akustiskan guitar á øllum løgunum.
Facebook viðmerkingar