Ummæli: Eg havi, millum annað, fylgt Lailu á hennara tónleikaleið, so fyri mítt viðkomandi er hon bara vaksin við uppgávuni, og hetta síðsta staklagið ber prógv um tað sama!
Tað kann væl merkjast, at vit hava við eina listakvinnu á mongum økjum at gera, tí taka vit sjálva video´ina sæst hetta væl aftur, at hon vil hava okkum við á eina tónleikaliga og visuella uppliving.
Hetta er júst tað vit eru farin meira og meira yvir í, tí tøknin og hetta við at leggja seg eftir stakløgum hevur bara vundið meira upp á seg.
Eg havi altíð bitið merki í góðu og kláru røddina hjá Lailu, men havi onkursvegna saknað eitt meira liðugt avrik, sum hevur staðið mát við hennara rødd.
Her fekk eg beinanvegin hesa kenslu av tí eg havi saknað – at tað samlað er bæði gott og dámligt.
Leif er við
Eg dámi væl, at hon hevur tikið mannin við, tí her fái eg eina góða kenslu av nærveru og gevur hetta tekstinum tað síðsta, sum fær meg við.
Hann kann tykjast eitt sindur varin, mótvegis Lailu, men eftir nakrar ferðir fekk eg eina góða kenslu av tí, tey vilja hava okkum við uppá!
Tað góða við tí Laila ger er, at hon gevur mær eina kenslu av tí lidna, og so er tað hesin viljin at fáa gjørt sínar tankar til veruleika.
Slíkt dirvi seti eg stóran prís uppá, so mín tummil fer upp fyri hesum lagnum, tí eg føli hetta er bæði inniligt og stendur sterkt!
Fríðálvur A. Jensen
Facebook viðmerkingar