Føroyskir messuaklar á frímerkjum

Posta fer við trimum frímerkjaútgávum at seta sjóneykuna á messuklæði í føroysku fólkakirkjuni. Myndevnini fevna um litirnar í kirkjuárinum, breiddina í fjølbroytta handarbeiðinum sum eru í kirkjunum um alt landið.  
Tey fyrstu frímerkini verða givin út tann 23. september 2019, og tey vísa ávikavist ein siðbundnan reyðan messuakul úr Sandvíkar kirkju (vígd 1908) og ein nýggjari grønan messuakul úr Funnings kirkju (vígd 1847). 

Reyði messuakulin, sum er millum teir elstu í landinum, er úr floyalstilfari og prýddur við einum borda og krossi aftan. Grøni messuakulin er úr norskari ull og bummull. Messu­ak­ulin er handvovin. Íblásturin til messuakulin er úr sálm­in­um: „Eg skar mítt navn í grein ta hvítu“, sum Jóannes Patursson yrkti í 1901. Messuakulin er ein gáva frá familjuni hjá Knúti Højsted. Kirkjan fekk hann í 1990. Karin Brattaberg hevur sniðgivið og gjørt hann. Stola hoyrir til. 

Messuaklar 
Eftir trúbótina helt lutherska kirkjan fram við at nýta messuklæði, ið var gamal siður frá katólskari tíð. Í 18. og 19. øld varð nógv tosað um, hvussu messuaklarnir skuldu síggja út. Sniðið og støddin á messuaklum hevur verið eitt sindur ymisk, og er tað sama galdandi enn í dag. Neyðugt er at hava í huga, tá ið kirkja skal hava nýggjan messuakul, hvørt messuakulin skal passa fleiri prestum ella tí presti, ið er í starvi júst tá.

Messuaklarnir verða vanliga brúktir, tá ið altar­gangur er, og um barnadópur er sama dag, eru tað summir prestar, sum eisini eru í messuaklinum undir barnadópinum. Ann­ars er tað eitt sindur ymiskt, hvussu nógv messuakulin verð­ur brúktur. Í kirkjum, sum hava messuaklar í teim­um fýra liturgisku litunum, nýta summir prestar messu­akul í gudstænastupartinum fyri prædiku, men fara úr messu­aklinum, áðrenn teir fara á prædikastólin, meðan aðrir prestar eru í messuaklinum undir allari gudstænastuni. 

Litir í kirkjuárinum
Messuaklar og stola fylgja litunum, sum ásettir eru sunnu- og halgidagar í kirkjuárinum, eisini nevndir liturgisku litirnir. Tað eru tó nógvar kirkjur, sum ikki eiga kirkjuklæði í øllum litunum. 

Liturgisku litirnir eru hvítt, reytt, viólblátt, grønt og svart. Litirnir fylgja kirkjuárinum og knýta seg at kirkjuligu hátíðunum og halgidøgunum. Litirnir ímynda hesi viðurskifti:

  • Hvíti liturin ímyndar ljós og reinleika, gleði og hátíð, heilagleika og sakloysi og er hátíðarlitur kirkjunnar. Hvíti liturin verður nýttur jólaaftan, jóladag, sunnudag millum jóla og nýggjárs, nýggjársdag, sunnudag eftir nýggjár, trettanda dag, 6. s. e. Trettanda, boðanardag Mariu, skírhósdag, páskadag og 2. páskadag, 1.-6. sunnudag eftir páskir, Kristi himmalsferðar­dag, tríeindardag, allahalganna sunnudag og 27. s. e. tríeindardag. 
  • Reyði liturin ímyndar blóð og kærleika, eld og heil­aga andan. Reyði liturin verður nýttur 2. jóladag, hvítusunnudag og 2. hvítusunnudag. 
  • Viólblái liturin ímyndar iðran og umvending, umhugsni og føstu. Hann verður nýttur í adventini, 1.-4. sunnudag í advent, septuagesima, sexagesima, sunnudag í føstu­inngangi, í føstuni, 1.-3. sunnu­dag í føstu og miðføstusunnudag, pálmasunnudag og dýra biðidag.
  • Grøni liturin ímyndar vøkstur og lívsmegi, búning og vón. Grøni liturin verður nýttur størstan part av kirkjuárinum, 1.-5. sunnudag eftir trettanda, 1.-26. sunnudag eftir tríeindardag. 
  • Svarti liturin ímyndar sorg og deyða, dapurleika og myrkur, og verður bara nýttur langafríggjadag.  

Síðan 1982 hevur Paulina M. K. Eliasen skrásett øll kirkjuklæði í føroysku kirkjunum, bønhúsum og í teimum skúlum, sum verða brúktir til kirkjugongd. Hyggja vit ígjøgnum skrásetingarnar, síggja vit, at í Føroyum eins og í Danmark, hevur tann reyði stutti messuakulin úr floyali og við gyltum krossi aftan og einum ella tveimum gyltum bordum runt um kantin verið so at siga í øllum kirkjum. Teir elstu messuaklarnir, sum eru í kirkjunum, eru frá 1890-árunum og frá umleið ár 1900 og frameftir. Nakrir teirra eru í nýtslu enn, og nógvastaðni vita tey ikki, hvussu gamlir teir eru. Tað er Dansk Parament Handel, ið varð stovnaður í 1895, sum hevur gjørt nógvar messuaklar til føroysku kirkjurnar. 

Skrásetingin vísir ongar broytingar í messuaklum fyrr enn í seinnu helvt av 20. øld. Christianskirkjan, sum er vígd í 1963, fær í 1970-árunum ein grønan messuakul úr brokadetilfari, og er tað Dansk Paramenthandel, sum hevur gjørt hann. Vesturkirkjan, sum er vígd í 1975, fær messuaklar í øllum fýra litunum í kirkjuárinum. Tann grøni og tann reyði eru gjørdir í Dan­mark. Tann hvíti og viólblái eru gjørdir í Onglandi. 

Seinastu árini eru nógvir messuaklar gjørdir í Før­oyum. Teir eru rættiliga ymiskir við atliti at sniði, klæði og seyming. Tað verða tó framvegis keyptir nógvir messuaklar uttan­lands, serliga úr Belgia og Danmark. Í tilfarinum sæst, at tað sum heild er broyting í kirkjuklæðunum bæði við atliti at liti og sniði, og at nógvar kirkjur í dag hava meir enn ein messuakul, og flestu kirkjur hava fleiri altardúkar. Eisini hava nakrar kirkjur messuaklar í øllum fýra litunum í kirkjuárinum. Tað er tó ymiskt frá staði til stað. Onkrar kirkjur hava eingi nýggj kirkjuklæði fingið í hesum tíðarskeiði, meðan aðrar hava fingið fleiri nýggj klæði, m.a. hevur ein kirkja fingið tríggjar nýggjar altardúkar hesi árini. Onkur kirkja átti bara ein altardúk og eigur framvegis bara henda altardúkin. 

Tað er sera ymiskt, hvussu raðfest verður listarliga, um kirkjuklæði verða keypt frá útlendskum fyritøkum ella frá føroyskum listafólki. Tað eru serliga messuskjúrtur og messuaklar, sum verða keypt uttanlands, meðan tað í flestum førum eru føroyskar kvinnur, sum hava gjørt altardúkarnar, og sama er galdandi fyri gólvleyparar, sum nógvir eru vovnir í Føroyum.  

Heimild: Bókin “Kirkjuklæði” eftir Paulinu M. K. Eliasen, sum væntandi kemur út í heyst.

Facebook viðmerkingar