Johanna TG 326 og Westward Ho TN 54 á frímerki

Slupptíðin
Slupptíðin er eitt felagsheiti fyri tíðina frá 1872 til Seinna Heimsbardaga, tá føroyska samfelagið mentist frá feudala og miðaldarkenda bóndasamfelagnum til nútímans fiskivinnutjóð.

Avtøka av einahandli og bátsbandi
Eftir at kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856 og sokallaða bátsbandið avtikið í 1865, kundu føroyingar keypa og byggja skip til havfiskiskap – og manna skipini. Einahandilin forðaði føroyingum í at reka sjálvstøðugt útflutningsvirksemi – og var yvirhøvur ein forðing fyri menning og nýhugsan.

Bátsbandið var ein miðaldarlig skipan, sum álegði ognarmonnum at hava stórar bátar tøkar – og álegði ognarleysum at mannað hesar bátarnar. Stór ónøgd stóðst av hesi feudalu skipan í nítjandu øld og tað elvdi ofta til ósemju, eftirsum menn ikki sjálvir kundu gera av, um teir vildu fara til útrógvar. Tá einahandilin var lagdur niður og bátsbandið avtikið, kundu føroyingar sjálvir gera av um teir vildu reka vinnuvirksemi ella gerðast fulltíðar sjómenn.

FOX – slupptíðin byrjar
Fiskimenn í Hetlandi, sum ikki vórðu tarnaðir av somu fyrisitingarligu forðingum sum føroyingar, róku frá uml. 1855 til 1865 stórfiskiskap á føroysku grunnunum. Skipini teir nýttu vóru sokallaðar ”Faroe smacks” – smáar tvímastraðar sluppir. Mangir føroyingar sigldu við hetlendsku skipunum og fingu hollan kunnleika um skipsfiskiskap á opnum havi.

Í 1872, tá forðingarnar fyri føroyskum skipsfiskiskapi vórðu avtiknar, keyptu ”Trappubrøðurnir” í Havn einmastraðu sluppina FOX úr Bretlandi. Hettar verður mett sum byrjanin til slupptíðina. Brátt komu aðrar sluppir til landið, men ikki fyrr enn um aldarmótið kann man siga, at ein munagóð fiskivinna var byrjað í Føroyum. 

Sluppirnar fiskaðu á føroysku grunnunum, heilt suður ímóti Rock All – og seinni, fyri mesta partin, undir Íslandi. Vanliga lógu sluppirnar um veturin, men í februar/mars løgdu tær út á fyrsta túrin, oftast á suðurlandinum í Íslandi. Skipini komu vanliga heim í mai – og manningin fekk eina viku ella tvær heima hjá familjuni – men løgdu so út aftur og komu ikki aftur fyrr enn seint í september. Seinna túrin varð oftast fiskað á eystur og norðurlandinum.

Trong kor
Lívið umborð á sluppunum var hart. Fiskað varð við snøri og vaðbeini og lønin hjá einstaklinginum var treytað av hvussu væl hann fiskaði. 

Hesin fiskiháttur kravdi eina rímuliga stóra manning og umstøðurnar umborð vóru trongar. Sagt verður enntá frá sluppum ið høvdu fleiri menn enn koyggjur – og tað førdi við sær, at menn frá ymsum skipsvaktum máttu deilast um koyggjuna. Ongin ivi er um, at stóra tuberklasóttin, ið herjaði í Føroyum fyri og eftir aldarmótið, fyri stóran part var orsakað av trongu korunum umborð á sluppunum.

Deyðssiglarar og motorskip
Fyrstu føroysku sluppirnar vóru sokallaðir deyðssiglarar, t.v.s. seglskip uttan motor. Hettar var sjálvandi ikki vandaleyst – mangt skipbrot kom fyri í slupptíðini og tað var ikki sjáldan, at skip høvdu ilt við at vinna upp land, orsakað av veðri og vindi. Uml. 1925 fingu mangar av sluppunum motor ísettan og stýrihús. Tað gjørdi mun upp á rakstur og trygd, men motorarnir vóru ofta veikir og máttu stuðlast við seglunum.

Krígssigling
Undir øðrum heimsbardaga virkaðu flestu føroysku sluppirnar sum farmaskip. Tær fluttu fisk úr Íslandi til Stórabretlands, har tørvurin var stórur fyri matfiski. Hetta var sera vandamikil sigling, mangt føroyskt skip gekk burtur hesi árini, orsakað av álopum frá týskum kavbátum og flogførum, ella tí tey sigldu á eina minu. Í mun til fólkatalið, mistu føroyingar næstan líka nógvar menn í bestu árum, sum krígsførandi londini. 

Eftir annan heimsbardaga rann tíðin frá sluppunum. So hvørt sum tær vóru tiknar úr fiskiskapi, vórðu flestu sluppirnar søktar – og í dag eru bert nakrar heilt fáar eftir. 

Tvær av teimum eru myndevnið á hesum frímerkinum, Jóhanna TG 326 framman og Westward Ho TN 54 í baksýni. Báðar sluppirnar eru 135 ára gamlar í ár.

Jóhanna TG 326
Sluppin Jóhanna varð bygd í 1884 á Collin Hoads skipasmiðjuni í Rye, Sussex, fyri John William Haylock í Surrey. Skipið kallaðist upprunaliga Oxfordshire. Í 1894 varð Oxfordshire seld til reiðaran George Edward James Moody í Grimsby, men longu sama ár seldi hann skipið víðari til føroyska vinnulívsmannin Jákup Dahl í Vági. Sluppin fekk navnið Jóhanna og var fyrsta skip ið Dahl átti. Hann víðkaði eftirhondini fiskiflotan og hevði at enda 20 sluppir og skonnertir – og A/S J. Dahl gjørdist ein av stóru føroysku fyritøkunum innan handil, skipsrakstur og fiskavirking. 

Undir øðrum heimsbardaga, sigldi Jóhanna við fiski úr Íslandi til Stórabretland, men slapp snikkaleys frá krígnum. Hon virkaði sum fiskiskip, til hon varð løgd í 1972. Jóhanna lá við kai í Vági til 1980, tá avgerð varð tikin um at søkkja hana. Men í síðstu løtu varð hon bjargað av einum áhugabólki ið heypti hana fyri 1 krónu – tók hana upp á turt og setti hana í sama stand, sum tá hon á sinni kom til landið. Bróðurparturin av arbeiðinum varð framt av sjálvbodnum vágbingum. Í dag er Jóhanna av røttum stoltleikin hjá Vágs býi og verður nýtt til sigling kring oyggjarnar og til grannalond – umframt í ferðamannavinnuni.

Westward Ho TN 54
Westward Ho varð bygd av Leaver & Co. í Grimsby í 1884, sama ár sum Jóhanna. Í 1895 varð hon keypt til Føroyar av Hans Georg Thomsen, frá handils- og reiðarífyritøkuni T. F. Thomsen á Tvøroyri. T. F. Thomsen hevði, tá einahandilin varð avtikin, bygt sína fyritøku á Tvøroyri og hevði uml. 20 sluppir, skonnertir og minni jaktir í flotanum. Heimkomin til Føroyar, var sluppin nýnevnd ”Viking” – men í 1908 fekk hon sítt upprunaliga navn aftur.

Sum sluppir flest var Westward Ho upprunaliga deyðssiglari. Men í 1925 fekk hon motor ísettan og stýrihús. Sum fiskifar fór Westward Ho víða um, hon fiskaði undir Føroyum, undir Íslandi, Rock All, Grønlandi og Bjarnoynni.

Westward Ho sigldi eisini við fiski úr Íslandi til Stórabretland undir krígnum – og slapp óskalað frá vandasiglingini.

Seinastu tíðina sum fiskiskip, fiskaði Westward Ho við línu undir Føroym um várið og við sildagørnum um heystið. Sluppin hevur altíð havt ein serligan týdning fyri undirritaða, eftirsum pápi mín førdi Westward Ho seinast í fimtiárunum.

Í 1964 fór Westward Ho úr fiskiflotanum. Hon varð tikin upp á beding á Tvøroyri og sett í sín upprunaliga stand. Í 1967 keypti áhugabólkurin ”Sluppgrunnurin” sluppina til Havnar og hon varð umregistrerað til TN 54. Hon virkaði í nøkur ár og varð røkt av sjálvbodnum. Men eftirhondini fullu eldsálirnar frá og skipið lá nøkur ár órøkt við kei.

At enda yvirtók Tórshavnar kommuna skipið og sendi tað til Fraiserburgh í Skotlandi til umfatandi umvæling og útskifting av motorinum. Í 2005 kom Westward Ho aftur til Havnar og hevur síðan virkað sum umboðsskip fyri býin. Vakra seglskipið verður nú brúkt til sigling millum oyggjarnar, til frálæru av skúlabørnum – og verður annars leigað út við skipara og manning.

Anker Eli Petersen

Facebook viðmerkingar