Olivur á U15 landsliðið

Írland, Luksemborg og Lettland verða mótstøðuliðini, tá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum seinni í hesum mánaðinum fer til Írland, har UEFA menningarkapping verður á skránni.

Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin 15. oktober, og dreingirnir verða aftur á klettunum eina viku seinni, týsdagin 22 oktober.

Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U15-landsliðnum, og saman við Jens Eriki Rasmussen, hjálparvenjara, er nú greitt, hvørjir teir 18 eru, sum eru úttiknir til kappingina í Írlandi.

Hópurin

Høgni Heinason, FC Hoyvík

Jákup Nesá, B68

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

Emil Hansen, HB

Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur

Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur

Suni Herman Joensson Petersen, B71

Marius Árting Allansson, B36

Hanus Højgaard, B68

Carl Mikkelsen, B36

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Jón Petur Martinsson Thomsen, NSÍ

Tobias Hansen, HB

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

Ári Arnason, AB

Thomas Bjørn Svenningsson Miezan, HB

Hanus Esmarsson Eiðisgarð, EB/Streymur

Olivur Renéson Thomsen, TB

Skráin

17. oktober Føroyar – Luksemborg (klokkan 12:00)

19. oktober Írland – Føroyar (klokkan 15:00)

21. oktober Lettland – Føroyar (klokkan 11:00)Aftur

Facebook viðmerkingar