Ert tú skapandi, framtakshugaður og fúsur at royna nýggjar leiðir?
Dámar tær at arbeiða millum mong og fjølbroytt menniskju?
So er tað kanska tær vit leita eftir.
Vágs Skúli søkir eftir leiðara til Fab Lab undir stovnan í Vágs Skúla
Fab Lab stendur fyri Fabrications laboratory og er ein talgild verkstova, sum er partur av altjóða Fab Lab netverkinum. Endamálið við Fab Lab er at veita næmingum, lærlingum og almenningi møguleiki at sniðgeva nærum hvat sum helst og fáa tað framleitt sum frumsnið (prototypa).
FabLab í Vágs Skúla er ein opin verkstova, sum er fyri næmingarnar í Vágs Skúla, fyri almenningin annars, sum hava hug at virka á verkstovuni.
Leiðarin fer fyrstu tíðina at standa fyri uppbyggingini av Fab Lab og fer síðani at hava dagliga raksturin um hendi. FabLab í Vágs Skúla letur ætlandi upp í november 2019
Uppgávur:
· Innrætta verkstovuna
· Umsita og luttaka í undirvísingini av næmingum og lærarum í Vágs Skúla
· Samstarva við aðrar áhugapartar innan íverksetaraumhvørvi í Føroyum
· Móttaka vitjandi í Fab Lab
· Umsjón við og viðlíkahald av útgerðini á verkstovuni
· Standa fyri innkeypi av og umsiting við tilfari
· Kunna um Fab Lab
· Luttaka í menningini av verkstovuni
· Luttaka í menning av íverksetaraumhvørvinum í Suðuroynni
· Luttaka í altjóða Fab Lab umhvørvinum
Førleikar:
· Útbúgving, ið er viðkomandi fyri starvið
· Góðar menniskjaligar eginleikar
· Forvitni
· Sjálvstøðugt og nærlagt arbeiðslag
· Tænastusinnað/ur
· Gott tekniskt skil
Tað er ein fyrimunur um tú:
vil menna teg sjálvan og skúlan
sýnur næmingum og undirvísing sín eldhuga
vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Starvið er við setanarbrotinum 0,5 ella 20 tímar um vikuna
Vit bjóða eitt starv í einum vitanarumhvørvi, ið ynskir at seta fokus á íverksetan og nýskapan. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi við nógvum og fjølbroyttum starvsfeløgum og somuleiðis partur av einum spennandi altjóða umhvørvi.
Talan er um parttíðarstarv, við skiftandi arbeiðstíðum, sum verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu venda sær til John Henrik Holm, skúlastjóra, á 239330 ella john.henrik.holm@skulin.fo.
Umsóknir skulu sendast til Vágs Skúla, Vágsvegur 32, 900 Vágur ella john.henrik.holm@skulin.fo og stílast til Skúlastjóran.
Umsóknarfreistin er 14. oktober 2019 klokkan 12.
Facebook viðmerkingar