Sunnudagin 3. november 2019, verður Skúlahøllin í Ítróttarhøllini í Trongisvági karmur um árliga, sera væl umtókta basarin hjá Tvøroyrar Bóltfelag.
Eins og undanfarin ár, so er ein ørgrynna av góðum vinningum á skránni og til ber at keypa sær okkurt leskiligt afturvið, á hugnaliga tiltakinum.
Tiltakið hevur verið sera væl vitjað seinastu árini og er tað okkara vón, at í ár verður einki undantak.
Nærri kunning um tíðspunkt, kemur seinni.
TB
Facebook viðmerkingar