Varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla

Starvið sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla verður lýst leyst til setanar skjótast gjørligt.

Í Tvøroyrar skúla eru í løtuni 237 næmingar í 1. – 10. fl. og ein menningarfl. (serfl.við 6 næm.). 35 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og framhaldsdeild  í deildini í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.

Tvøroyrar og Vágs skúli hava samstarv um breytirnar í 10. flokki, sum eisini hevur næmingar úr Hvalbiar kommunu.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

  • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans.

Harumframt skal varaskúlastjórin

  • vera næsta samstarvsfólk skúlastjórans
  • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
  • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans
  • vera fúsur og førur fyri at loysa trupulleikar
  • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum, hava lokið leiðaraútbúgving ella eftir fyriskipan mentamálaráðsins taka eina slíka, skjótast til ber.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Tvøroyrar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skyldiga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi  í seinasta lagi leygardagin, 19. oktober á middegi

Umsóknin verður stílað til:

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

Postboks 23

FO-800  Tvøroyri

Men kann eisini sendast sum teldupostur til:

tvo@skulin.fo ella jon.johannesen@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Jón Johannesen, skúlastjóri, á tlf. 222320

Facebook viðmerkingar