Í sambandi við professaratilnevningina fyrr í ár heldur Magni Mohr fyrilestur
1. apríl varð Magni Mohr framfluttur í professarastarv í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sum siður er, heldur hann í tí sambandinum professarafyrilestur.
Fyrilesturin hevur heitið “The impact of high intensity intermittent exercise – from muscle to man” og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum týsdagin 8. oktober klokkan 15.00. Fyrilesturin, sum verður hildin á enskum, er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin. Aftan á fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.
Facebook viðmerkingar