Vágs kommuna: Í dag var fráfaringarløta fyri Ova Heinesen og Elsebeth Vinther, sum hava starvast hjá Vágs kommunu í ávikavist 13 ár og 8 ár, nú tey fóru frá vegna aldur.
Ove Heinesen kom í starv hjá Vágs kommunu 18. desember í 2006, tá hann byrjaði á bingjuplássinum, og hevur Ove sostatt verið í starvi hjá Vágs kommunu í út við 13 ár. Ove hevur røkt uppgávuna bæði væl og virðiliga og hevur eisini verið við, tá endurnýtslubingjan varð sett upp fyri nøkrum árum síðani.
Umframt uppgávuna á bingjuplássinum, hevur Ove eisini tikið sær av einum starvsfólki, sum hevurverið í vardum starvi hjá Vágs kommunu, og hesa týðandi uppgávuna hevur Ove loyst sera væl og tað eru vit takksomu fyri, segði Dennis Holm, borgarstjóri í røðu.
Elsebeth Vinther gjørdist partur av reingerðartoyminum í Vágs Skúla 15. august 2011 og hevur arbeitt hjá Vágs kommunu í gott og væl 8 ár. Tað er eisini reingerðartoyminum og húsavørðinum í Vágs Skúla at takka fyri, at skúlin sær so gott út, er væl viðlíkahildin og reinur og innbjóðandi at koma í.
Tá man hevur verið framvið í skúlanum hevur man altíð møtt Elsebeth við einum smíli – og smíl og gott lag á einum arbeiðsplássi er gull vert – og takk eigur tú fyri tað Elsebeth, segði Dennis Holm, borgarstjóri m.a. í røðu.
Borgarstjórin takkaði Ova og Elsebeth fyri starvstíðina og handaði teimum blómur og gávu frá Vágs kommunu.
Facebook viðmerkingar