Stutt fyri middag varð boðað frá, at Adventurebreytin hjá 10. flokki í Vágs Skúla, har næmingar úr Vágs- og Tvøroyrar skúla ganga, hevði gingið seg fastan vesturi í Múlagjógv á Vágseiði.
Adventurebreytin er fríggjadagar og ein stórur partur av undirvísingini er úti í náttúruni, soleiðis eisini í dag, har næmingarnar í morgun fóru vestur á Eiðið. Meðan næmingarnar eru í Múlagjógv broytist veðrið knappliga og brim gjørdi at næmingarnar ikki sluppu heim aftur úr Múlagjógv.
Boðað varð frá og bjargingarfeløgini í oynni komu á staðið, og næmingarnir og lærarar komu upp við línu og heim í øllum góðum.
Á Vágseiði er ikki óvanligt, at veðrið knappliga kann broytast, soleiðis var eisini í morgun og versnaði tað eisini eftir døgurða við meiri brimi.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá hendingini í dag.
Facebook viðmerkingar