Eldramorgunmatur fríggjamorgun 11. oktober

Fríggjamorgun 11. oktober kl. 10 bjóðar Vágs kommuna eldra ættarliðnum, teimum sum eru 65 ár og eldri, til morgunmat í Garðslon (fyrr Billardhúsið) í Vági.

Umframt ein góðan morgunmat, so verður sjálvsagt høvið til eitt gott prát.

Allir borgarar, 65 ár og eldri, eru hjartaliga vælkomnir í Garðslon (Billardhúsið) til morgunmat fríggjamorgun kl. 10.

Tørvar tær bil á staðið, so er at ringja í Miðlatún á tlf. 239390 (í seinasta lagi kl. 15 tórsdagin)

Morgunmatur fyri eldri er liður í eldraátøkunum, sum Vágs kommuna hevur havt á skrá seinastu árini, sum hava til endamáls m.a. at skapa trivna millum eldri borgarar í Vágs kommunu.

ABC-vika

Eldramorgunmaturin verður eisini skipaður sum liður í ABC-vikuni, sum hevur til endamáls at seta fokus á at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum við at fylgja ABC boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Vágs kommuna er sum kunnugt partur av ABC fyri sálarliga heilsu.

Facebook viðmerkingar