Næsta ár verður Royn at síggja í 2. deild (triðbestu deildini).
Royn vann leygardagin 5-2 á Sandi móti B71 í 3. deild. Bjørgvin Sveinbjørnsson skoraði fýra av málunum hjá hvalbingum.
Úrslitið førir við sær, at Royn hevur tryggjað sær uppflyting til 2.deild.
Royn var í fjør partur av felagsliðnum í Suðuroynni, men byrjaði aftur sum sjálvstøðugt lið í 3. deild í ár og hevur nú vunnið sær uppflyting í 2. deild.
Facebook viðmerkingar