Ein stoltur vágbingur farin

Tað vardi meg neyvan, at tá eg fyri kortum skrivaði nøkur orð um okra mammu, nú eisini skuldi minnast okra pápa, sum var okkara klettur í lívinum.

Thomas Pauli valdi fyri kortum at fylgja konu síni handan sýn, har tey so kundi halda áfram at liva saman. Eitt lív tey høvdu sum teirra ynski, eitt ynski tey høvdu alt lívið.

Thomas Pauli Vestergaard var føddur í Vági 1.september í 1928, og tað vardi hann neyvan, at hann skuldi hava ta æru, at verða millum okkum í nýtieitt ár. Hann valdi, sum flestir aðrir vágbingar tá, at sjógvurin skuldi verða hansara framtíð. Hann var bert 16 ár tá hann fór við Havgásini, sum pápi hansara Kristin á Økrum førdi, hvør kunnu finna ein betri lærumeistara enn pápa sín, sum longu tá hevði ført skip í nógv ár fyri garðamenn.

Hann var nógv á sjónum við ymiskum skipum, Beinisvørð var hann við eina tíð, men fór so seinni eisini til Íslands í nøkur ár við trolara, men tá Vágbingur kom til Vágs í 1959  fór hann við. Tað var ein sera stolt tíð, at ein av portugisaranum sigldi útav Vágsfirði og førdu mangan saltfiskin heim, til gleði fyri, ikki bert føroyingar, men eisini fyri spaniólar, grikkar og portugisarar. Tað var eisini ein strævin tíð, at pápi okra var burtur tað mesta av árinum, men somikið størri varð gleðin tá hann var heima. Flest allir vágbingar tá vóru á keiini og veitraðu forvæl, og somuleiðis tóku ímóti tá teir komu heim.

Tað tíð hann varð heima tók hann sær væl av sínum børnum. Hvønn sunnumorgum fóru vit inn til hansara, meðan mamma stákaðist til døgurða, og altíð læs hann úr Halgu bók fyri okkum. Spennandi søgur úr Gamla Testamenti, og endaði altíð við eini bøn. Hann lærdi okkum um hvat var rætt og skeivt, og tað hevur fylgt okkum gjøgnum lívið. Tað tíðina vóru ikki øll húski so heppin at hava ein trolaramann, ið altíð kom heim við fiski, grams sum vit kalla, so vit børn vórðu send runt í grannalagnum við fiski til mong hús. Tað varð sanniliga kærkomi hjá mongum. 

Seinni var hann í Ravnsoynni í Grønlandi tvey ár, saman við bróður sínum Christin, og tók ímóti fiski frá smábátum sum  royndi har. Síðan var hann við Baki á laksaveiðu, og eisini við Bjarnoy í Norðsjónum eftir uppisjóðarfiski við Absalon Absalonsen sum skipara.

Men tíðir broytast og hann valdi nakað annað. Hann fór í langfarasigling við skipum  hjá Copenhagen Reefers. Tá hevði hann møguleika at hava konu sína við, so tey fingu sera nógvar góðar løtur saman, komu runt til mangar havnir víða um heim, og kundu sostatt siga frá mongum søgum. Silvurbrúdleyp teirra varð eisini hildið umborð á einum av teirra skipum. Áðrenn hann gjørdist pensjónistur arbeiddi hann á bedingini, róðu út og egndi.

Gjøgnum alt sítt langa lív megnaði hann at uppbyggja ein vinaskara sum fáur. Fólk ymsastaðni úr Føroyum komu altíð inn á gólvi, bæði á jóansøku, til høgtíðir og eisini vanligar dagar. Tey bæði, Elna og Pauli, vórðu kend fyri sín ómetaliga blíðskap, teirra viðkomandi prát um gamlar dagar, og ikki minst teirra áhuga í, hvussu tað gekk hjá øðrum. Vit børn vórðu ongantíð slept uppá fjall, og teirra størsta ynski varð altíð at hjálpa til tá á stóð.

Ein vágsmynd í Vági er farin. Øll minnast Paula tá hann gekk runt við hundinum Floy, hann gav sær tíð at práta við øll, og var altíð blíður at tosa við. Mong eru tey ið sakna hann. Serliga vit, ið hava mist, sakna hann.

Nú tynnist sjónliga á Bøgøtu vesturi í Vági og tøgn valdar í Bøgøtu 50.

Vit vilja fegin takka øllum sum vóru um tey ta síðstu tíðina: Heimahjálparar, sjúkrasystrar og fleiri. Eisini takka vit Poul Færø, sum vitjaði ofta, John í Skemmuni, John Absalonsen, Sølvi, systurdótturin Annu, og ikki minst grannanir Tórálv og Elsebeth, sum mangan hjálpti til tá á stóð.

Friður verður við minni um pápa okra, Thomas Pauli.

Heidi og Kristin.

Facebook viðmerkingar