Søkir verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv frá 1. december 2019 til 31. december 2020
Talan er um setanarbrøk 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna.
Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum.
Arbeiðstíðin er skiftandi dag- og kvøldvaktir.
Heilsuhjálpara í farloyvisstarv í heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1. november 2019 til 31. august 2020.
Talan er um setanarbrøk 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum.
Arbeiðstíðin er skiftandi dag – og kvøldvaktir.
Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla borgarunum, sum búgva heima og á bústovnum.
Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsuhjálpari, er
tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan økið.
Vit vænta, at tú:
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
- Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
- Ein fakligan og spennandi gerandisdag
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi K. úr Hørg eindarleiðara tlf. 793501.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella annad@bhs.fo
Umsóknarfreist 21. oktober 2019
Facebook viðmerkingar