Talan er um eitt farloyvisstarv frá 01.12.2019 til 31.12.2020, við møguliga longdari starvstíð.
Tann ið settur verður má:
- Hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti
- Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Verða við til at geva børnum ein mennandi og tryggan gerandisdag
- Hava virðing og umsorgan fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum
- Verða fyrikomandi og tolin
- Verða álítandi og hava góð samstarvsevnir
Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 – 17.15
Setanarøkið er Porkeris Kommuna.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2019 kl 12.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í Dagrøktini, Angelinu J. Gudmundsen á tlf. 251325 – 374288.
Umsókn skal sendast til:
Porkeris Kommunu
Dagrøktarskipanin
Við Á 8
950 Porkeri
Email: dagrokt@porkeri.fo
Facebook viðmerkingar