Frelsunarherurin skipar fyri ”tombola” á Torginum í Vági í morgin, fríggjadagin 11/10-19 frá kl. 14.00.
Peningurin sum inn kemur fer óskerdur til verkætlanina ”SeeMe” hjá Frelsunarherinum í Moldova.
Moldova er fátækasta land í Europa, har upp til 40 % av teimum sum eru í arbeiðsførum aldri, arbeiða uttanlanda. Børnini hjá teimum verða latin eftir heima í Moldova og hjá fleiri av teimum, eru tað ommur og abbar sum taka sær av teimum ella onnur í familjuni. Tað er ikki altíð at hesi børn fáa tað umsorgan og uppfylgjing, sum tey hava tørv á.
Tað er tí av alstórum týdningi at børnini fáa eitt tilboð eftir skúlatíð. Eitt tilboð har tey eru í tryggleika og verða sædd. «SeeMe» verkætlanin er virkin á 7 støðum í Moldova og er í tøttum samstarvi við samkomurnar hjá Frelsunarherinum lokalt.
Her koma børnini aftaná skúlatíð. Tey fáa eina máltíð av heitum mati, sum fyri nøkur er tann einasta føðsluríka máltíðin á degnum. Tey gera ymiskt handaligt arbeiði og hava atgongd til teldu. Tey spæla saman, hoyra andakt og fáa hjálp við skúlatingum. Tað er av alstórum týdningi at tey fáa hjálp við skúlatingum og harvið koma ígjøgnum skúlatíðina, so tá skúlagongdin er liðug, so fella tey ikki uttanfyri arbeiðsmarknaðin.
Verkætlanin ”SeeMe” skipar eisini fyri tilboðum til børnini í skúlaferiuni, við m.a at hava summarlegu. Foreldur verða bjóða til samlingar har man m.a tosar um at hava eina sunna relatión til børnini.
So ver vælkomin til ”tombola” á Torginum í Vági í morgin, fríggjadagin 11/10-19 kl.14
Facebook viðmerkingar