Barnaverndarstovan sóknast eftir einum fosturheimi í Suðuroynni til eitt barn um skúlaaldur
Vit vænta, at tit sum fosturforeldur m.a. megna
- at menna og styrkja barnið kensluliga
- at skapa barninum eitt gott umhvørvi, merkt av umsorgan og tryggleika
- at stuðla skúlagongdini hjá barninum
- at stuðla og styrkja sambandi við familjuna
- at hjálpa barninum at varðveita sín vinarskara og síni frítíðarítriv
- at samstarva við tey, sum varða av barninum á einhvønn hátt
Tit koma at arbeiða í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna, Fosturforeldraskipanina og foreldrini hjá barninum.
Tit fáa eina samsýning sum er hóskandi í mun til uppgávuna, umframt eina upphædd til vistarhald og klæði til barnið.
At vera fosturforeldur krevur nógv persónliga og hevur árin á alla familjuna. Hinvegin er tað ómetaliga gevandi og familjan lærir eisini nógv nýtt um seg sjálvan. Fosturforeldur kunna vera við til at geva einum barni ein týðandi førning, sum tað kann bera víðari í sínum vaksna lívi.
Tit fáa meira at vita við at venda tykkum til Barnaverndarstovuna, Oddbjørg Balle, leiðara, á tlf. nr. 225696 ella Jendis Gærdbo, sosialráðgeva, á tlf. 223023, so kunnu vit práta nærri. Eisini ber til at senda ein teldupost til bvs@bvs.fo
Barnaverndarstova Føroya
R.C Effersøesgøta 26
100 Tórshavn
www.bvs.fo
Facebook viðmerkingar