Marknaðarføring og ferðavinna í Miðlatúni ónskvøldið

Ónskvøldið verður eitt spennandi evniskvøld í Miðlatúni í Vági undir heitinum “Marknaðarføring og ferðavinna”.

Ferðavinnan í Føroyum veksur ár um ár, eisini í Suðuroynni og í nærumhvørvinum kring Vág er tað sjón fyri søgn, at ferðavinnan gerst ein alsamt meiri týðandi vinna. Vágs kommuna hevur roynt at skapa karmar fyri ferðavinnuni og virkar eisini fyri, at alsamt fleiri ferðafólk velja Vág og Suðuroynna sum ferðamál, soleiðis at so virksemi innan ferðavinnuna verður so stórt sum gjørligt.

Marknaðarføring er ein avgerandi táttur innan ferðavinnuni, bæði fyri Suðuroynna, fyri Vág og fyri vinnurekandi í nærumhvørvinum. Skulu ferðandi velja Suðuroynna ella Vág sum ferðamál, skulu ferðandi t.d. velja ein túr vestanfyri Suðuroynna, ein gongutúr í náttúruni, at klatra á Vágseiði, svimja í Páls Høll, ella klatra í Marghøllini; ella velja at gista í nærumhvørvinum ella keypa sær máltíð á einari av matstovunum, so er neyðugt at hesi tilboð eru sjónlig fyri ferðafólk.

Ónskvøldið verður høvið at fáa vitan og íblástur til marknaðarføring innan ferðavinnuna, tá Vágs kommuna og Visit Suðuroy í Vági skipa fyri evniskvøldið um “Marknaðarføring og ferðavinnu”.

Á evnikvøldinum fer Haukur Sigurðsson at hava framløgu undir heitinum “How we put a remote region on the map” / “Hvussu vit fingu eitt avsíðis økið á heimskortið”.

Haukur hevur útbúgving innan mynda-/filmsupptøku og at siga søgur við myndum (visual anthropologist) og hevur seinastu 15 árini arbeitt innan ferðavinnuna. Seinastu 5 árini hevur Haukur arbeitt sum sjálvstøðugur innan myndatøku, filmsupptøku og marknaðarføring – og hevur m.a. havt ábyrgdina av marknaðarføringini av Vestfirðunum í útnyrðingsparti av Íslandi í ferðavinnuhøpi.

Fyri nøkrum árum síðani vóru Vestfirðirnir (visitwestfjords.com) ósjónligur sum ferðavinnuøkið og bert í heilt lítlan mun partur av marknaðarføringini hjá Visit Iceland. Men seinastu árini er alt broytt, eftir at Vestfirðirnir valdu at gera eina uppraðfesting av marknaðarføringini av økinum.

Í dag hava Vestfirðir eitt sera sterkt brand í ferðavinnuhøpi og eru í ferðavinnuhøpi størri á sosialu miðlunum enn øll hini økini í Íslandi eru samanlagt. Haukur Sigurðsson hevur staðið fyri hesari broyting og kemur á evniskvøldinum at greiða frá sínum arbeiði.

Evniskvøldið er áhugavert fyri øll sum virka innan og hava áhuga fyri ferðavinnuni og ikki minst fyri teimum, sum hava áhuga í marknaðarføring.

Evniskvøldið er í Miðlatúni ónskvøldið kl. 19. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar