Vágs kommuna: 30. sept. 2019 varð send út tillaging í kókitilmælinum, tí seinastu vatnroyndirnar vístu, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum til brúkarar á Nesi. Hetta tilmælið verður nú tikið av, tí drekkivatnið á Nesi er reint aftur.
Nýtt reinsiverk til Brekkugerðar Vatnfelag
Kókitilmælið fyri brúkarar í gamla Brekkugerðar Vatnfelag stendur framvegis við.
Nýtt reinsianlegg verður sett upp til Brekkugerðar Vatnfelag um mánaðarskifti november/desember.
Facebook viðmerkingar