Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at uppraðfesta upplivingarvinnuna, har ein týðandi partur er ferðavinnan. Sum liður í hesum lat í 2014 upp nýtt kampingøkið á Eiðinum í Vági – Kamping Vágseiðið. Á Kamping Vágseiði eru góðar umstøður hjá fólki í kampingvogni og í tjaldi og lata vitjandi eisini sera væl at umstøðunum.
Fyrsta árið Kamping Vágseiðið varð opið (í 2014), vóru tað 149 gistingar og lá talið av gistingum á nakað sama støði í 2015 og í 2016. Men í 2017 vóru 322 gistingar á Kamping Vágseiði, ein tvífalding í mun til 2016. Í 2018 vóru 470 gistingar, ein vøkstur á 46% í mun til 2017.
Talið av vitjandi setti aftur mett í ár, tí nú Kamping Vágseiðið er latið aftur fyri veturin, hava tað verið 867 gistingar – og er talan um ein vøkstur á 86% ella nærum ein tvífalding í mun til árið 2018.
Nógv fleiri útlendingar!
Í mun til í 2018 hava tey í ár verið væl fleiri útlendingar á Kamping Vágseiðið. Í 2018 vóru tað serliga føroyingar, sum vitjaðu á Kamping Vágseiðið, tí góð 75% av gestunum vóru føroyingar, meðan góð 15% vóru Evropearar uttanfyri Norðurlond.
Tað eru serliga fólk úr Evropa, uttanfyri Norðurlond, sum eru lutfalsliga væl fleiri í 2019 samanborið við í 2018, tí ein góður triðingur av teimum vitjandi vóru úr Evropa (uttanfyri Norðurlond). Stórur partur av hesum eru týskarar, men í ár hava eisini verið nógv vitjandi úr Sveits, Fraklandi, Hollandi, og Bretlandi.
Annars hava tað í ár verið vitjandi úr 22 londum á Kamping Vágseiði og hava hesi verið úr Evropa, Norður Amerika og Suður Amerika. Útlendingarnar, sum vitja á Kamping Vágseiði, koma serliga orsaka av vøkru náttúruni í Suðuroynni. Og gestir á Kamping Vágseiði gista í miðal í 2,6 nætur, og er hetta eitt sindur hægri miðaltal enn í fjør.
Vit gleðast um vøksturin í ferðavinnuni í nærumhvørvinum og at okkara miðvísa uppraðfesting av ferðavinnuni ber ávøkstur, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Ongin ivi er um, at ferðavinnan gerst ein alsamt størri vinna, eisini í Suðuroynni, og hóast vit ikki hava tøl fyri aðrar gistingar, so er tað sjón fyri søgn, at talið av ferðafólkum, sum vitjað her á leiðini veksur nógv ár um ár. -Talið av ferðafólkum skapar eisini ringvirkningar, og er tað lítið at ivast í, at upplivingarfyritøkur, matstovur og kafeir, og handlar og kioskir í nærumhvørvinum eisini kenna ágóðan av hesum, sigur borgarstjórin.
Økt tal av ferðafólki setur eisini krøv til framhaldandi menning av tilboðum og tænastum til ferðafólk og vit í Vágs kommuna arbeiða áhaldandi við betra um umstøður og karmarnar hjá ferðavinnuni, sigur Dennis Holm.
Um Kamping Vágseiðið
Kamping Vágseiðið liggur í vøkrum økið millum Vágs Høll og Vatnið. Í síðubygninginum í Vágs Høll eru gjørdar góðar umstøður til vitjandi, við køk, wc & brúsu (eisini til rørslutarnaði), og harumframt ber eisini til at vaska klæðir. Á kampingøkinum eru pláss til 12 kampingvognar og hartil er stórt tjaldingarpláss.
Kamping Vágseiðið er opið frá Páskum til 1. oktober, men tað hava eisini verið gistingar uttanfyri hetta tíðarskeiðið.
Ein gistinátt verður tald hvørja ferð, ein persónur, gistir eina nátt.
Myndina tók Karla Cifuentes
Facebook viðmerkingar