Seinnapartin ídag, kl 17 verður opið í Meinigheitshúsinum, har til ber at lata inn Christmas child skógvaeskjurnar.
Skráin er stutt, har vit syngja tveir sangir, áðrenn eina stutta andakt verður hildin. Og so verður enda við 3 sangum og bøn, áðrenn boðið verður til ein kaffimunn, saft og okkurt afturvið.
Um ein ivast hvat kann fara í eskjurnar, og um hvussu hesar skulu pakkast, so ber til at síggja tað á hesi leinkjuni HER!
Seinni í hesi vikuni, verða allar eskjurnar í Suðuroynni savnaðar saman, og fingnar til Havnar, har allar verða pakkaðar saman og síðani sendar av landinum.
Meinigheitshúsið sigur at øll eru vælkomin á gátt ídag, og væntandi er tiltakið liðugt seinast kl. 17.40.
Facebook viðmerkingar