Petur og Birgir vunnu 30. umfar í sjavs

Tórskvøldið í farnu viku varð 30. umfar í sjavs spælt í VB-húsinum. Og hetta umfarið vunnu Petur Muller og Birgir Skorastein.

Úrslitið av umfarinum bleiv:

Nr. 1. Petur Muller og Birgir Skorastein, 4 stig hvør
Nr. 2. Anja Bech og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 2 stig hvør
Nr. 4. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavskappingini verður í VB-húsinum í kvøld, tórskvøldið 24. okt. kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar