Nú skal eitt minstamark ásetast fyri, hvussu nógv vaksin skulu vera um børnini á dagstovnunum kring landið. Tað halda tinglimirnir fyri Javnaðarflokkin, sum hava latið uppskot inn um at áseta sonevndar minimumsnormeringar á dagstovnaøkinum.
Undan valinum boðaði Javnaðarflokkurin frá, at tey høvdu sett sær sum mál at gera Føroyar til heimsins besta barnaland. Ein av ítøkiligu ætlanunum, fyri at røkka hesum máli, var at áseta minimumsnormeringar á dagstovnunum. Nú er uppskotið borið í løgtingið, sum fer at viðgera hetta í næstum. Í uppskotinum verður lagt upp til, at tað í minsta lagi skulu vera ein vaksin fulla tíð fyri hvørji trý børn í vøggustovu og fyri hvørji seks børn í barnagarði.
Í dag er einki minstamark, og tí er tað sera ymiskt, hvussu nógv vaksin eru um børnini á dagstovnunum kring landið. Eitt minstamark vil hava við sær, at støðið á dagstovnaøkinum hækkar í summum kommunum, meðan tað í øðrum kommunum, har normeringin frammanundan er høg, onga ávirkan hevur á starvsfólkatalið. Eisini vil uppskotið tryggja, at skerjingar ikki fara fram á barnaøkinum, um barnatalið veksur, skriva uppskotssetararnir í viðmerkingunum.
Uppskotið vil hava fíggjarligar avleiðingar við sær fyri summar kommunur og ikki fyri aðrar. Uppskotssetararnir mæla tí til, at tær kommunur, sum eru ringast fyri fíggjarliga, fáa fíggjarligt ískoyti frá landinum, um tað er neyðugt fyri at halda seg til minstamarkið.
- Uppskotið skal síggjast sum ein partur av eini langskygdari ætlan um at styrkja góðskuna á dagstovnaøkinum. Við at lyfta normeringarnar ber til at liva upp til tað, sum gransking viðmælir, um fleiri útbúnar námsfrøðingar, minni barnabólkar við tíð til nærveru, umsorgan og spæl, sum stuðlar undir trivnaðin og menningina hjá børnunum, siga limirnir í Javnaðarflokkinum.
Lagt verður afturat, at uppskotið somuleiðis skal síggjast sum liður í at tryggja eitt ávíst støði á teimum vælferðartænastum, sum verða veittar í Føroyum. Og tí er ætlanin, at umframt eitt minstamark á dagstovnaøkinum, eisini at fara undir at fyrireika eitt minstamark fyri starvsfólk á eitt nú skúla- og eldraøkinum, skriva uppskotssetararnir.
Facebook viðmerkingar