Nýggj fótterapi-stova er nú latin upp í Vági og er tað Rannvá Augustinussen, fótterapeautur, sum hevur latið upp Fótterapi V/Rannvá Augustinussen.
Rannvá flutti fyri stuttum til Vágs, higani hon eisini er ættað, eftir at hon hevur búð í Danmark í nøkur ár, har hon hevur lært til fótterapeaut og eisini hevur arbeitt á fótterapistovu.
Nýggja fótterapi-stovan í Vági heldur til í Garðabrekku 17 og samband fæst við Rannvá umvegis telefon 216909 og á facebook her.
Fótterapi v/ Rannvá Augustinussen
Garðabrekka 17
Tlf. 216909
Facebook viðmerkingar