Tjóðveldi leggur fram eitt uppskot til samtyktar um at endurnýggja strandfaraflotan, so nýggjar tíðarhóskandi ferjur verða bygdar til allar oyggjaleiðirnar og at hetta greitt verður raðfest í fíggjarkørmunum fyri komandi árini.
Tjóðveldi heldur, at tíðin er búgvin at gera eina breiða politiska semju um hetta, so allar Føroyar kunnu hava eitt nútímans samferðslukervi. Tíðarhóskandi ferðasamband til leysu oyggjarnar er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300-350 milliónir, býtt yvir nøkur fá ár, ber til at endurnýggja allan flotan.
Føroyar eru eitt oyggjaland, og gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring landið alt. Og skulu borgarar og vinna hava eins góðar møguleikar at trívast og mennast. Eitt dagført samband er somuleiðis ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk famhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum. 85% av fólkinum hevur í dag fast samband, og landið hevur gjørt stórar íløgur í vegir, tunnlar, brýr og byrgingar fyri at binda saman oyggjarnar. Hetta áleggur politisku skipanini eisini at tryggja tíðarhóskandi samband sjóvegis til leysu oyggjarnar.
Í løtuni verður avloysaraskip bygt, sum verður liðugt í 2020. Tá eigur beinanvegin at verða farið undir at endurnýggja allan SSL-flotan. Borgarar á leysu oyggjunum eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av árliga, kann allur flotin endurnýggjast uppá fimm, kanska seks ár. Nýggj Nólsoyarferja og Kalsoyarferja kosta 90-100 mio hvør. Nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloy/Svínoy kosta umleið 45-50 mio hvørt.
Heyst/Koltur skal eisini hava nøktandi samband og SAM kann umbyggjast til farmaskip at sigla millum oyggjarnar. Samstundis má loysn finnast til tær leiðirnar, ið ikki hava nøktandi samband í dag. Sum dømi kann nevnast Mykines, har ferðasambandið ikki yvirhøvur hevur fylgt við tíðini, og ikki livur upp til tørvin hjá fastbúgvandi og vinnu, herundir ferðavinnu í oynni. Hetta er einasta leið, ið hevur verið útveitt. Tað er langt frá ein nóg góð tænasta, at siglt einans verður stutta summarskeiðið, og má siglingin leingjast so langt, sum ráðiligt er at sigla fyri veður.
Sandoyarleiðin hevur vaksandi avbjóðingar, nú gongd av álvara er komin á arbeiðið við Sandoyartunlinum, og tungur flutningur, knýttur at byggivirkseminum, í stóran mun tekur pláss og darvar bilflutningi hjá borgarum og vinnu.
Langtíðarsemja neyðug
Eins og flokkarnir á tingi gingu saman um at byggja undirsjóvartunlarnar, so tað um fá ár verður koyrandi í Sandoynna og farleiðin millum Norðuroy, Eysturoy og Streymoy verður stytt heilt munandi, so eigur langtíðarsemja at verða gjørd um tíðarhóskandi samband til leysu oyggjarnar. Tjóðveldi vil eisini arbeiða fyri, at breið politisk undirtøka verður fyri einum fíggingarleisti fyri Suðuroyartunnilin, so farast kann undir hesa farleið, ið eg avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni.
Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, verður ikki roknað við nýggjari ferju til suðuroyarleiðina. Pengar skulu tó vera tøkir til at gera allar neyðugar ábøtur á Smyril og til at leiga hóskandi avloysaraskip komandi árini soleiðis, at Suðuroynni eisini verður tryggjað nútíðarhóskandi ferðasamand.
Ferjur riknar við varandi orku
SSL-ferjan, sum í løtuni verður smíðað, kann sigla bæði við olju og streymi, so fyrsta stigið at umleggja til umhvørvisvinarlig skip er tikið. Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka – til dømis el ella vetni. Menningin á hesum øki gongur skjótt.
Við samtykt av hesum uppskoti, eiga flokkarnir at semjast um at seta fyrstu neyðugu upphæddina av nú á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 2020.
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar