SEV: Húsarhaldini skulu rokna við at brúka umleið 30 krónur meira um mánaðin til elrokningina i 2020. Hetta er neyðugt í løtuni, og komandi grønu útbyggingarnar fara helst at skarva av oljuútreiðslunum í komandi árum
Oljuútreiðslur og átrokandi útbyggingar í elskipanini seinastu fimm árini eru orsøkirnar til, at elprísurin hækkar 5 oyru/kWt fyri húsarhaldini og 10 oyru/kWt fyri ídnaðarkundarnar á nýggjárinum. Fyri eitt vanligt húsarhald – svarandi til 6000 kWt – fer hækkingin at merkja eina meirútreiðslu á umleið 30 krónur um mánaðin, t.e. 375 krónur um árið íroknað mvg.
SEV vísir eisini í framrokningunum fyri 2021 á, at talan helst gerst um eina príshækking í 2021 á 5 oyru/kWt fyri allar kundar.
– Tað veldst kortini um, hvussu støðan sær út um eitt ár. Tá meta vit nærri um ítøkiligu viðurskiftini, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Elprísurin lækkaði 5 oyru/kWt í 2017 og í 2018, men í 2019 hækkaði prísurin aftur 10 oyru/kWt upp á sama prísstøði sum í 2014. Sostatt hevur elprísurin seinastu fimm árini ikki verið hægri enn elprísurin var í 2014.
– Vit vilja skapa sum minst órógv við elprísinum, men vit noyðast sjálvandi at hava ein skynsaman búskap, meðan áhaldandi verður arbeitt við at hava eina støðuga elveiting og at fáa til vega meira grøna orkuframleiðslu. Ein varlig hækking er neyðug nú, men tað er ljós fyri framman, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.
Nevndarformaðurin vísir á, at tríggjar nýggjar vindmyllulundir verða bygdar í næstum. Tá verður vindorkumátturin meira enn trífaldaður úr 18 MW upp í 60 MW, pumpuskipan verður fyrireikað, umframt at sólorka og sjóvarfalsorka eru í áhugaverdari menningartilgongd.
– Tú kanst siga, at vit eru við at koma upp á tindin. Men áðrenn vit merkja undanbrekkuna, noyðast vit at taka okkum seinasta strekkið niðaná við nøkrum oljuútreiðslum aftrat og neyðugum íløgum í elveitingina, t.d. net íroknað pumpuskipan og koplingarstøðir, sigur John Zachariassen.
Nevndarformaðurin leggur dent á, at vit nærkast einum tíðarskeiði, har grønar útbyggingar við tilhoyrandi netútbyggingum fara at síggast væl aftur í fíggjarætlanini hjá SEV, tá oljuútreiðslurnar næstu árini minka í stórum lopum, so hvørt útbyggingarnar verða framdar.
Facebook viðmerkingar