INGEMARS á Dansibandsfestivalin í Vági

Nú er greitt, at eitt av allarkendastu dansibandsorkestrunum í Norðurlondum norsku INGEMARS koma á Dansibandsfestivalinum í Vági 2020.

Ingemars hevur síðani á vári 1986 ferðast kring allan Heim við sínum einastandandi dansibandstónum. -Og komandi ár í mai gongur leiðin so til Vágs, har Ingemars fer at spæla til dans á Dansibandsfestivalinum.

Ingemars eru mannaðir av:
Terje Ingemar Larsson, sangur og gittar
Steve Andersson, sangur og bass
Odd Arne Sørensen, harmonika og klaver
Geir Paulsberg, gittar
Håkon Aasheim, trummur
Karl-Arne Sjøhaug, steelgittar og gittar

Umframt Ingemars, so fara eisini norsku Contrazt eisini at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági – og verða hetta høvuðsnøvnini á Dansibandsfestivalinum 2020.

Forsølan til Dansibandsfestivalin 2020 er nú byrjað og fram til og við 31. des. 2019 kosta vikuskiftispassini 850 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi) – og kunnu keypast her

Íroknað í prísinum er:

Fríggjakvøld
Syngið við
Dansur

Leygardag
Gongurtúrur við ferðaleiðara
Brunsh
Dansibandsgudstænast
Grillkvøld
Dansur leygarkvøldið

Facebook viðmerkingar