Kunningarskriv um FÆ 2020 í Tvøroyrar kommunu

Á býráðsfundi 19. nov. varð fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar Kommunu fyri 2020 samtykt.

Størsta íløgujáttanin fer til nýtt kappróðrarneyst, har Javnaðarflokkurin setti 3,5 mio. av. Umstøðurnar hjá FSR hava verið út av lagi vánaligar seinastu 2 kappingarárini og fegnast vit um, at vit kunnu hjálpa til, so eisini kappróðurin fær góðar og mennandi umstøður at virka undir á Tvøroyri.

Peningur er settur av til 3 nýggj almenn wc; 1 á spæliplássinum, har møguleiki eisini verður at skifta á smábørnum, 1 í Faktorhúsinum og 1 í Ítróttardeplinum við Stórá, har hópur av børnum spælir og nógv fólk ganga túr í vøkru náttúruni.

Postabygningurin varð keyptur fyri einum ári síðani og arbeiða vit víðari við ætlanini um, at kunningarstova og bókasavn skulu flyta inn í bygningin, so vit fáa ein livandi og savnandi miðbý við spælipássinum beint omanfyri; 500.000 kr eru settar av til endamálið.
Í samb. við spæliplássið, er ein spennandi ætlan ávegis við Litbrá – list í almenna rúminum – og fríðkan av økinum við plantum o.ø.

Skúlin er ovarliga raðfestur í Tvøroyrar Kommunu. Tilsamans eru 2,8 mio. settar av til ábøtir, umvælingar og fyrireikandi arbeiðið við nýggjum skúla, sum er staðsettur úti á Tvøroyri.

Fyri at vøllurin við Stórá skal lúka altjóða krøv, hava vit sett pening av til at innilukka sitiplássini í eystara enda.

Á tekniska økinum er nógvur peningur settur av m.a. til ymiskt vegarbeiðið og kloakkir. Eisini hava vit sett pening av til nýggjan lastbil við krana og eina nýggja gravimaskinu. Á bingjuplássinum er ein nýggj pressa ávegis og ein afturat skal bíleggjast komandi ár.

Nýggjar bátabrúgvar eru ávegis til bátahylin í Bærendshavinum og peningur er settur av til fleiri bátabrúgvar komandi ár. Eisini er peningur settur av til zinkanotur til keiina.

Væl av peningi er settur av til viðlíkahald av bygningunum hjá kommununi. Peningur er settur av til Tvøroyrar Skjalasavn, Snæruna, Faktorhúsið, Poul Hansen og bygningar annars, sum kommunan eigur. Nevnast kann, at tað skal gerast møguligt hjá menniskjum við rørslutarni at hava atgongd til býráðsskrivstovuna, har durðurin skal umvælast. Hølisviðurskiftini hjá okkara dugnaliga arbeiðsmonnum eru ikki nøktandi. Peningur er settur av til umvælingar.

Hølini hjá kommunulæknunum eru partvíst umvæld í 2019, so arbeiðsumstøðurnar eru vorðnar munandi betri hjá starvsfólkunum, umframt hevur bíðirúmið fingið eitt lyft. Vit komu ikki heilt á mál og hava sett pening av til, at arbeitt verður víðari við hesum komandi ár. Sera týdningarmikið, at vit taka ábyrgd av hesum øki og gera okkara til, at kommunulæknar trívast og støðast.

Ætlanin um eftirskúla á Tvøroyri er ikki slept; vit trúgva framvegis uppá verkætlanina, hóast mótstøðan og illviljin er stórur; serliga frá borgarstjóranum og tí er sera trupult og strævið hjá eftirskúlanevndini at virka og tað tarnar verkætlanini. Vit hava sett pening av til eftirskúla eisini komandi ár og vænta, at Føroya Eftirskúli verður veruleiki í 2020.

Vit hava ikki sett pening av til nýggja sløkkiliðsstøð í 2020 , tí peningur varð settur av til endamálið í 2019. Hetta arbeiðið er so mikið ávegis, at vit vænta, at tað verður avgreitt, áðrenn ársskiftið.

Tað er okkara vón, at vit røkka flestu borgarum og at okkara raðfestingar eru við til at gera tað enn betur at búgva og virka á Tvøroyri framburðinum og trivnaðinum at frama.

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum í býráðnum á Tvøroyri

Facebook viðmerkingar