Húsarhald í Vágs kommunu fara nú at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum heima við hús.
Sum er, skilja húsarhald í Føroyum pappír frá vanliga ruskinum, umframt at battarí eisini fara í posa fyri seg. Men eftir ársskiftið fara húsarhald í Vágs kommunu eisini at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum.
Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ætlan um at kommunalir stovnar og húsarhald í Vági skulu fara skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum, soleiðis at lívrunnið tilfar kann gerast um til sankutøð (kompost) heldur enn at verða flutt um Suðuroyarfjørð og longu leið norður til brennistøðina hjá IRF í Leirvík.
Fyrstu stigini vórðu tikin, tá dagstovnurin Eikilund í vár fór undir at skilja lívrunna tilfarið frá ruskinum. Og nú verður so farið undir skipan, har eisini húsarhald skulu skilja lívrunnið tilfar frá.
Vágs kommuna hevur í ár gjørt nýtt stórt endurnýtsluøkið, sum verður tikið í nýtslu í næstum, har umstøðurnar at skilja eisini verða framúr góðar. Á fíggjarætlanina fyri 2020 er umhvørvis- og endurnýtsluøkið eisini uppraðfest, soleiðis at skipan við at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum kann setast í verk.
Sjálvandi skilja rusk heima við hús!
Sjálvandi skulu vit í Føroyum, eins og grannalond okkara, skilja lívrunna tilfarið frá vanliga ruskinum, hetta er jú tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Í øllum vesturheiminum er púra vanligt, at rusk verður skilt heima við hús, ikki bara pappír og battaríir og lívrunnið tilfar, men eisini glas og plastikk verður skilt heima við hús, og hesa leiðina eiga vit í Føroyum eisini at ganga, sigur Dennis Holm.
Nógv lívrunnið tilfar í ruskinum
Verða donsk tøl brúkt sum vegleiðandi, so burturbeinir hvør føroyingur umleið 5-600 kg. av ruski um árið, sum einamest fer til brenningar á brennistøðunum hjá IRF og hjá Tórshavnar kommunu. Úr Vágs kommunu fara hvørt ár umleið 750 tons av ruski til brennistøðina hjá IRF í Lerivík.
Verður væl skilt, so er 30-40% av ruskinum, sum í dag fer til brenningar, lívrunnið tilfar, sum kann fara aftur í náttúruna. Sostatt fara umleið 250 tons av lívrunnum tilfari úr Vágs kommunu hvørt ár til brennistøðina hjá IRF, heldur enn aftur til náttúruna.
Byrja við 20-30 húsarhaldum
Skipanin við at skilja frá lívrunnið tilfar byrjar eftir ársskiftið, tá tey fyrstu 20-30 húsarhaldini fara undir at skilja lívrunna tilfarið frá vanliga ruskinum. Húsarhaldini fáa serliga ruskspann til endamálið og eisini serligar mais-posar, sum upploysast í náttúruni. Tilfarið verður savnað í kommunalari komposteringsskipan og eftir 180-200 dagar er lívrunnað tilfarið vorðið til mold / sankutøð, sum kann brúkast aftur bæði í kommunalum urtagørðum og heima hjá fólki í kommununi.
Greiðan grønan profil
Seinastu 5-6 árini hava vit í Vágs kommunu arbeitt miðvíst á grønari leið, bæði tá umræður orkusparingar og eisini tá umræður endurnýtsluøkið og nú farið verður at skilja lívrunna tilfarið frá vanliga ruskinum, er hetta eisini eitt stórt fet á grønu leiðini hjá Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar