Týskvøldið 3. des. : Almennur fundur um Suðuroyartunnilin

Týsdagin 3. desember 2019 kl. 19 setur Miðnámsskúlin í Suðuroy Suðuroyartunnilin á breddan. Talan er um almennan fund undir heitinum ”Suðuroyartunnlin – møguleikar og loysnir anno 2020”.

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á hvussu Suðuroyartunnil kann gerast og hvat skal til fyri at Suðuroyartunnilin kann borast í framhaldi av Sandoyartunlinum.

Á fundinum verða framløgur frá umboðum fyri NCC og fyri Eystur-og Sandoyartunlar, umframt at framløga verður um støðuna í Suðuroynni.

Skráin er hendan:

• Guðrið E. Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy bjóðar vælkomin

• Støðan í Suðuroynni – Dennis Holm, samfelagsfrøðingur

• Undirsjóvartunlar anno 2020 – Kristian Stórhamar, NCC

• Uppskot til ætlan fyri ein Suðuroyartunnil – Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar

Høvið verið at seta spurningar.

Tiltakið, sum Miðnámsskúlin í Suðuroy skipar fyri, er alment og ókeypis.

Facebook viðmerkingar