Avloysarastarv sum heilsustarvsfólk til kommunulæknamiðstøðina á Tvøroyri.
Søkt verður eftir einum heilsustarvsfólki til læknamiðstøðina á Tvøroyri at byrja 6. januar 2020. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. januar. 2020 til 31. desember 2020.
Heilsustarvsfólkið skal starvast á kommunulæknamidstøðini, Sjúkrahúsbrekkan 37 á Tvøroyri, í samstarvi við kommunulæknarnir í Suðuroyar Norðara Læknadømi. Arbeiðsuppgávurnar verða ásettar í samstarv við kommunulæknarnar. Starvstíðin er 19,5 tímar pr.viku.
Førleikar:
Tað er eitt krav, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar, ert røkin og tænastusinnað/-ur, og at tú hevur hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Tað ein fyrimunur, -men ikki ein treyt- um tú áður hevur arbeitt hjá kommunulækna, hevur útbúgving sum læknaskrivari og/ella starvsroyndir innan heilsuverkið, og at tú kennir til telduforritið Cosmic.
Arbeiðsuppgávur:
Skrivstovuuppgávur, telefonavgreiðslur, tilrættaleggja samskifti millum sjúklingar og kanningarstovur innan heilsuverkið og apotekið, og fremja ymiskar forkanningar.
Um teg:
Tú ert ein liðspælari og hevur høgan fakligan standard. Tú ert nærløgd/nærlagdur og von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt. Tú trívist væl við einum skiftandi gerandisdegi og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Setanar- og lønarviðurskifti:
Sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi seinast 12. desember 2019, kl. 12:00, og sendast til:
Læknamiðstøðin
Sjúkrahúsbrekkan 37
800 Tvøroyri
Ella til teldupost: tvoroyri@tvoroyri.fo, -merkt “Heilsustarvsfólk”
Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Petru Muller á tlf. 371560
Facebook viðmerkingar