Nú talan hevur verið um at avtaka tunnilsgjaldið við undirsjóvartunlunum hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um ferðakostnað. Ferðakostnaðurin til Suðuroynna eigur at vera á sama støði sum annar ferðakostnaður, heldur tingmaðurin.
Í desembur mánaði 2002 varð koyrandi gjøgnum Vágatunnilin. Í apríl mánaði 2006 varð koyrandi gjøgnum Norðoyatunnilin. Skjótt verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin og um fá ár eisini Sandoyartunnilin.
Samferðslukervið er nógv útbygt seinastu árini, oyggjar, býir og bygdir eru knýttar tættari saman.
Men Suðuroyggin er framvegis fjarskotin, sum tann einasta av teimum størru oyggjunum.
- Ætlanirnar um at gera ein Suðuroyartunnil hava verið umrøddar, álit um fyrimunir og vansar er skrivað, men væntandi verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um peningurin verður settur av og arbeitt verður skjótt. Tí er neyðugt við góðum sjóvegis ferðasambandi í nøkur ár afturat, sum er á støði við annan ferðakostnað í Føroyum, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um ferðaseðlakostnaðin til Suðuroynna.
Í fyrispurninginum spyr Bjarni Hammer, um landsstýrismaðurin kann greiða frá ferðakostnaðinum fyri ávikavist fimm fólk í einum bili, sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin og fimm fólk í einum bili, sum ferðast við Smyrli. Eisini við tingmaðurin hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at avtaka tunnilsgjaldið fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar og um so er, um landsstýrismaðurin so eisini at avtaka ferðaseðlaprísirnar við oyggjaleiðum.
Facebook viðmerkingar