Tað er ein av greiðu niðurstøðunum frá fundinum um Suðuroyartunnilin, sum var í Skúladeplinum í Suðuroy í gjárkvøldið.
Miðnámsskúlin í Suðuroy skipaði fyri fundinum, har Suðuroyartunnlin varð settur á breddan. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, greiddi frá støðuni í Suðuroynni, serliga tá umræður demografisku avbjóðingarnar. Síðani greiddi Kristian Stórhamar, sum er anleggsleiðari hjá NCC í Sandoyartunlinum frá um hvussu undirsjóvartunlar verða gjørdir og hvørji viðurskifti hugsað eigur at verða um í samband við Suðuroyartunnilin. At enda greiddi Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlar frá hvussu ein Suðuroyartunnil kann gjøgnumførast í verki, ikki minst tá hugsað verður um fíggjarliga partin.
Boðskapurin frá bæði Kristiani Stórhamar og Teiti Samuelsen var púra greiður: Neyðugt er at fara ígongd við størri kanningararbeiðið beinanvegin í 2020, tí bara kanningar arbeiðið tekur eini 2 ár.
Teitur Samuelsen vísti á, at um eini 6-7 mió. kr. vórðu settar av á fíggjarlógini í 2020 og í 2021, so kann alt tað týðandi fyrireikandi kanningararbeiðið gerast, soleiðis at sjálv projekteringin av Suðuroyartunlinum kann fara ígongd. Stjórin í Eystur- og Sandoyartunlum greiddi frá, at fyrireikingararbeiðið varð drúgt og tekur eini 3-4 ár, tí er eisini neyðugt at sleppa ígongd sum skjótast við veruliga kanningararbeiðið, um tað skal bera til at fara undir at bora Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er skotin ígjøgnum væntandi áðrenn ársskiftið 2021.
Eftir framløgurnar varð kjak, har ein røð av ymiskum viðurskiftum vórðu umrødd. Ein av greiðu niðurstøðunum frá orðaskiftinum var, at suðuroyingar krevja, at ferð verður sett á Suðuroyartunnilin beinanvegin og 6-7 mió. kr. verða játtaðar á fíggjarlógini fyri 2020, soleiðis at suðuroyingar fáa somu møguleikar sum restina av landinum.
Facebook viðmerkingar