Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni?
Fyrispurningur um eftirlitið hjá Vørn, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni?
Metir Vørn, at Vørn hevur arbeiðsorku at røkja eftirlitið til fulnar?
Hvussu regluliga er eftirlit við ognarskapi í fiskivinnuni?
Kannar Vørn, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum?
Um Vørn kannar tað, ið spurt verður um í spurningi 4, hvat vísa kanningar hjá Vørn av hesum?
Viðmerkingar:
Nú kjak hevur tikið seg upp í Íslandi viðv. framferðini hjá íslendskum reiðaríum í útheiminum, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, hvussu føroysku myndugleikarnir eru fyri til tess at gera eftirlit.
Á Løgtingi 3. desember 2019
Beinta Løwe Jacobsen
Facebook viðmerkingar