NORA verkætlan undir leiðslu av Vágs kommunu

Eftir ársskiftið byrjar spennandi verkætlan í Norðuratlantshavi undir heitinum “In Residence in the Arctic”, ein verkætlan sum er skipað undir leiðslu av Vágs kommunu.

Talan er um verkætlan, sum hevur til endamáls at geva lokalsamfeløgum í útjaðaraøkjum í Norðuratlantshavi, økir í og við Arktiska økið, eitt amboð at lata upp lokalsamfeløgini fyri umheiminum og bjóða fólki at gerast partur av lokalsamfelagnum. Verkætlanin fevnir m.a. um at gera ein digitalan platform, eina heimasíðu skipan, har lokalsamfeløg kunnu bjóða fólki til at gerast partur av teirra lokalsamfelagi.

NORA fíggjað verkætlan

Verkætlanin er fíggjað av NORA, sum er samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Norra; og sum hevur sum høvuðsendamál at styrkja um støðuna hjá hesum londunum í Norðuratlantshavi í altjóða høpi og eggja til økt samstarv í økinum.

Við í verkætlanini eru Vágs kommuna í Føroyum (verkætlanarleiðari), Balestrand kommune og Air Træna, Træna kommune í Norra, Blábankinn í Þhingeyri á Vestfjørðunum og Austurbrú á Eysturlandinum í Íslandi, og Sermersooq Business Council í Nuuk í Grønlandi.

Eitt menningaramboð fyri útjaðaraøkir

Felags fyri nógvu av smáu útjaðaraøkir í Norðuratlantshavi er, at tey dragast við avbjóðingum við minkandi fólkatali, serliga orsaka av at ung fólk flyta til størri plássini at nema sær útbúgving og venda ikki aftur.

Hesin trendurin har fólk flyta til størri plássini, á fakmáli urbanisering, hevur verið galdandi í fleiri ártíggju. Men hesi seinastu árini er tó vorðin øktur áhugi fyri útjaðarøkjum, eisini kring Norðuratlantshav. Øktur áhugi bæði frá ferðafólkum og frá fólki, sum leita eftir annarleiðis upplivingum (sokallaðir “adventure seekers”) og einum øðrum gerandisdegi enn í býarlívinum.

Økti áhugin fyri útjaðaraøkjum kring Norðuratlantshav er eisini ein veruligur møguleiki hjá lokalsamfeløgum at draga til sín nýggjar íbúgvar í stytri ella í longri tíð – og er tað eisini her at verkætlanin In Residence in the Arctic kemur inn í myndina.

Um In Residence in the Arctic verkætlanina

Dennis Holm, borgarstjóri, er verkætlanarleiðar fyri In Residence in the Arctic, og greiður hann frá, at verkætlanin hevur til endamáls at geva útjaðaraøkjum eitt amboð, har tey kunnu bjóða fólki úr øllum heiminum at gerast partur av lokalsamfelagnum í stytri ella longri tíðarskeið.

Ítøkliga verður talan um eina heimasíðu skipan, sum øll útjaðaraøkir í Norðuratlantshavi kunnu gerast partur av, har lokalsamfeløg kunnu gera útboð eftir fólki við ávísum førleikum ella royndum, sum verða boðin at gerast partur av lokalsamfelagnum, samstundis sum tey eru til arbeiðis.

Um vit taka Vágs kommunu sum dømi, so kann hugsast, at t.d. Tangavirkið í eitt stytri tíðarskeið fær tørv á einum verkfrøðingi við serkunnleika innan ávíst økið ella t.d. at Hotel Bakkin ynskir ein kokk at standa fyri matstovuni í ávíst tíðarskeið, og tá kann heimasíðu-skipani brúkast. Somu viðurskifti kunnu t.d. verða innan skúlaøkið, har t.d. Vágs Skúli, Ítróttaháskúlin ella Musikkskúlin í Vági sóknast eftir fólki við ávísum førleikum. -Eisini innan listina ella innan ítróttina, har t.d. FC Suðuroy kann bjóða álopsvenjara at koma til Vágs í eitt tíðarskeið, ber til at brúka hesa skipan. Í veruleikanum er hetta ein skipan, sum kann brúkast innan sera nógv ymisk økið, eisini í kommunalum høpi, greiður Dennis Holm frá.

Tankin er, at fyritøkur, skúlar, ítróttar- og frítíðarfeløg, listafeløg, kommunalir stovnar os.fr. í lokalsamfeløgum bjóða fólki við serkunnleika ella serførleika innan ávís evnið at koma og veita eina tænastu, og samstundis fáa hesi møguleika at uppliva lokaløkið og náttúruna, fáa møguleika at læra at kenna økið og ikki minst at læra fólk í økinum at kenna. Á hendan hátt fær lokalsamfelagið eina tænastu frá teimum vitjandi, samstundis sum tey vitjandi fáa møguleika at uppliva eitt annarleiðis og spennandi útjaðarasamfelag í Norðuratlantshavi, sigur Dennis Holm.

Verkætlanin In Residence in the Arctic byrjar eftir ársskiftið og ætlanin er at heimasíðu skipanin skal royndarkoyrast í august 2020 og seint á heysti 2020 latast upp fyri áhugaðum lokalsamfeløgum kring Norðuratlantshav.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar