Hvalbiar Kommuna samtykti á bygdarráðsfundi í mánakvøldið at farast skal undir at gera nýggjan bátahyl í Hvalba.
Hylurin verður gjørdur millum ídnaðar havnarlagið á Hamranesi og bátahylin á Bíargarði.
Tað verður Articon, sum kemur at gera bátahylin. Kommunan fekk 3 tilboð inn uppá at gera bátahyl og hevði Articon lægsta boðið uppá góðar 3,8 mill. krónur. Harumframt koma bátabrúgvar og annað so ein samlaður kostnaður fyri alla verkætlanina er uppá góðar 7,3 mill krónur.
Grótið til at gera bátahylin av kemur í stóran mun úr nýggja Hvalbiar tunlinum og úr grótbrotinum hjá kommununi.
Arbeiði at gera bátahylin byrjar í vár og eftir ætlan er verkætlanin liðug seint á sumri 2020.
At áhugin fyri hesi verkætlan er stórur, sást aftur á teimum uml. 30 fólkunum, sum vóru møtt upp til fundin í kvøld.
Facebook viðmerkingar