Fyrireikingarnar til komandi kappingarár heldur fram og eru okur sera fegin um at boða frá, at FC Suðuroy hevur gjørt 2 ára sáttmála við Reidar Dahl Joensen, sigur Julius Vest Joensen, formaður við FC Suðuroy heimasíðuna.
Eftir nøkur ár í Danmark í útbúgvingarørindum er Reidar fluttur heimaftur til Vágs. Reidar, sum er verjuspælari, men eisini hevur dygdir sum áleypari, spældi eftir summarhálvuna í ár við FC Suðuroy, og verður eisini við FC Suðuroy komandi tvey árini.
Facebook viðmerkingar