Eldradøgurði á Hamragarði ónsdagin 18. des.

Ónsdagin 18. desember verður eldradøgurði fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri á Hamragarði. Hetta er liður í eldraátøkunum hjá Vágs kommunu.

Á matarskránni er heilgrillaður grísur, fløtaeplir, kryddaði eplir, heit salat og sovs. Omaná the, kaffi og rabarbutrifla.

Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði ónsdagin 18. desember kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi mánadagin 16. des. kl. 16.00

Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi týsdagin 15. des. kl. 14.

Facebook viðmerkingar