Loyniligi nissuvinurin er á facebook har hann heitir á fólk um at skriva, um tey vita um onkran, ið kundi havt tørv á einum fløvandi tanka og jólaheilsu frá jólanissuni.
Tað eru nógv, sum hava gott av at fáa at vita, at fólk hugsa um tey – serliga hesa tíðina, har man er saman við sínum kæru, og nógv eru, sum tíverri ikki hava tann møguleikan. Summi hava mist, onkur sjúkur, onnur einsamøll, summi hava havt tað hart (hart lív ella harða tíð) – og so eru tað fólk, sum bara ongan hava, sum kann fjálga um tey.
Eisini gevur loyniligi nissuvinurin fólki møguleika at hjálpa við at lata gávur anonymt, sum hann berur út til tey, sum hava tørv á onkrum ljósi hesu myrku tíð.
Fólk hava verið ótrúlig higartil og nógv vilja hjálpa – summi hava enntá ætla hetta leingi, men hava ikki vitað, hvussu man kann gera. So hetta hevur verið ein fínur møguleiki hjá teimum
15 kurvar/gávur við jólaheilsum eru longu farnar út, men listin er framvegis langur, so tørvurin á hesum er har.
Vilja fólk lata okkurt, kunnu tey , anonymt, seta tað inn í høli hjá Frelsunarherinum í Vági. Inn ígjøgnum høvuðsdyrnar og inn í tað aftasta rúmið (oman ímóti keiini).
Nissuvinurin takkar hjartaliga fyri alla hjálpina, sum hevur ført við sær, at 15 gávur longu eru farnar út.
Gleðilig jól verður ynskt øllum
Facebook viðmerkingar