Brynhild Lisberg leiðari fyri dagrøktina í Sumbiar kommunu

Sumbiar kommuna hevur síðan 2007, samstarva við Tvøroyrar kommunu á dagrøktar økinum, men nú er tað samstarvið komið at enda.
Hettar kemst av, at Tvøroyrar kommuna fer frá dagrøkt, og yvir til barnagarð, sostatt kemur dagrøktin “heim” aftur, skrivar Sumbiar kommuna á heimasíðuni.

Sumbiar kommuna hevur sett Brynhild R Lisberg í starv sum dagrøktarleiðara frá 01.01.2020. Brynhild er 47 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur á Ballerup Seminariet í 1998.

Í dagrøktuni hjá Sumbiar kommunu starvast 8 fólk, og eru 28 børn í dagrøkt.

Facebook viðmerkingar