Suðuroyggin og Sandoyggin halta aftaná

Gongdin í fólkatalinum í Føroyum hevur verið at kalla ein veg síðani í 2014, talan er um ein vøkstur á næstan 4.000 fólk og sæst góða gongdin eisini aftur í so at siga øllum økjum í landinum. Men Suðuroyggin og Sandoyggin halta aftaná og eru merktar av niðurgongd í fólkatalinum.

Fólkatalið var 51.999 tann 1. nov. og vaks sostatt við 806 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. nov. 2018 til 1. nov. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272 og eini nettotilflyting á 534. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, í tali størstur í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga størstur í Eysturoy og Vágum, nakað minni í Streymoy og Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.

Lesið meiri her

Facebook viðmerkingar