Suðuroyartunnilin kom á fíggjarlógina

Fíggjarnevndin hevur nú lagt sítt álit fram í sambandi við uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020.

Nevndin hevur viðgjørt málið á 10 fundum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar.
 
Meirilutin (Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen) hevur hesar viðmerkingar: Fíggjarlógararbeiðið hevur verið nógv merkt av, at løgtingsval var hin 31. august 2019.

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin skipaðu samgongu við sjálvberandi búskapi sum endamáli, har borgari og vinna hava frælsi og møguleikar at skipa egin viðurskifti og egna framtíð.

Samgongan er samd um, at búskaparliga má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum avbjóðingar, sum standast av afturvendandi sveiggjum í búskapinum frá tilfeingisvinnuni, uttan at vælferðin verður sett í vanda.  

Nýtt landsstýri varð skipað hin 13. september 2019. Stutta skotbráið at leggja fram uppskot til fíggjarlóg gjørdi, at stundir ikki vóru at fyrireika ætlaðar broytingar og raðfestingar. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði tí fyri Løgtingið eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár.   

At uppskotið er framroknað merkir, at tað er uttan raðfestingar og tiltøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni hjá landinum. Útgangsstøðið er samtykta fíggjarlógin fyri 2019, íroknað tær eykajáttanir, sum ávirka árini 2020 og frameftir. Síðani er framroknað sambært galdandi lóggávu við metingum um inntøkur og útreiðslur.  

Tøl fyri 2020 eru framroknað í ársins prísum, meðan tøl fyri 2021 og 2022 eru framroknað í føstum prísum.

Lønarútreiðslurnar í fjórða ársfjóðringi í 2019 og alt 2020 eru framroknaðar við 2,2% árliga, ið samsvarar við árliga miðalvøksturin í almennu sáttmálalønunum seinastu 5 árini. 

Tann 6. desember læt landsstýrið Fíggjarnevndini eitt broytingaruppskot til fíggjarlógaruppskotið, har landsstýrið kom við sínum raðfestingum til fíggjarlógaruppskotið, soleiðis at politikkurin hjá samgonguni greitt kemur til sjóndar. 

Samgongan hevur setta sær stór mál á øllum økjum. Raðfestast má og ikki verður alt gjørt eftir einum degi, men vit hava longu sett skjøtul á mong øki. Hetta sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum, har uppraðfestingar eru á fleiri økjum. Serliga væl sæst hetta aftur á heilsuøkinum og almannaøkinum.

Á heilsuøkinum økja vit játtanina við munandi upphæddum, har viðgerðartrygdin er í fokus.

Á almannaøkinum verður fokus sett á tiltøk at stuðla og hjálpa børnum og ungum, sum hava ymiskar avbjóðingar, sum t.d. sálarligar-, sosialar- og rúsevnaavbjóðingar. 

Eisini verða raðfest tilboð til fólk undir 67 ár, sum eru rakt av álvarsligum sjúkum og hava brúk fyri tilboðum. Pensjónistarnir fáa meiri at liva av, samstundis sum tað er gjørt soleiðis, at tað loysir seg betur hjá pensjonistum at arbeiða.

Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum verða eisini høgt raðfestir Fíggjarlógaruppskotið vísir eisini, at samgongan raðfestir undirstøðukervið høgt. Við raðfestu løgujáttanunum verður nú byrjað at gera tunlarnar norður um Fjall, sum fólkið eystan Múla hevur gjørt vart við í mong ár.

Innkomuvegirnir frá Eysturoyartunlinum verða nú lagdir í verkløg, sum landsstýrismaðurin fer undir at gera saman við Runavíkar og Tórshavnar kommunu, og er peningur settur av til endamálið.

Eisini verður peningur settur av í álitinum til at forkanna og fyrireika Suðuroyartunnil. 

Framskrivaða fíggjarlógaruppskotið saman við broytingaruppskotinum hjá landsstýrinum gevur ein útreiðsluvøkstur á 6,6%, men nú álit verður skrivað, hevur meirilutin í Fíggjarnevndini fingið lækkað hendan útreiðsluvøkstur niður á 5,9%. 

Avlopið á fíggjarlógini fyri 2020 verður uml. 220 mió. kr.

Tíðin hevur verið knøpp, síðan sitandi landsstýrið tók við. Meirilutin harmast um, at tíð ikki hevur verið til neyvari greiningar á fleiri útreiðsluøkingum, soleiðis at rakstrarvøksturin kundi verið minkaður nakað afturat.

Men samstundis gleðist meirilutin um, at landsstýrimaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at fyrst í komandi ári ætlar landsstýrið undir eina tilgongd at fremja tillagingar av rakstrinum.

Í mun til tær raðfestingar, sum landsstýrið í sínum broytingaruppskoti hevur lagt fyri nevndina, tekur meirilutin undir við raðfestingini á høvuðskonto 7.13.3.03 og broytingunum í viðmerkingunum til høvuðskontu 12.21.6.02.

Meirilutin tekur eisini undir við raðfestingini á høvuðskontu 11.11.1.24, men heldur tó, at hon skal finnast innanfyri verandi játtan.

Alt álitið sæst her

Facebook viðmerkingar