Hann hevur fleiri enn 4.5 milliónir sýningar á youtube, og flest børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá Klovninum BUBU, sum ídag letur úr hondum nýggjan tónleik.
Tónleikurin sum er savnaður á ein geyma, hevur 13 løg á, og kemur út ídag fríggjadagin 13. desembur, og eru 7 sangir nýggir, umframt 6 sangir ið eru framførdir áður, men tó ikki allir gjørdir sum sjónbandalag.
Bubu sigur um nýggju útgávuna: Hetta hevur verið á veg leingi, men nú er geymin endiliga her. Vit hava valt at leggja tónleikin á geyma, tí at tað eru alt fleiri ið ikki hava fløguspælara, og tí at geymin eisini er lættari at hava við sær, ella spæla av í bilinum. Hesir sangirnir eru ymiskir og fjølbroyttir, og hava jaliga og lætta Bubu dámin yvir sær, eins og vit kenna tónleikin hjá BUBU.
Geymin verður í handlunum kring oyggjarnar nú í vikuskiftinum, og vónar BUBU at móttøkan verður góð, og heilsar øllum, at útgávutiltøkini komandi dagarnar verða lýst á facebookvanganum hjá Klovnurin BUBU 🙂
Føroyskt tilfar til føroysk børn 🙂
Facebook viðmerkingar