Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

Hevur tú hug at arbeiða sum málsviðgeri hjá TAKS á Tvøroyri, so hevur tú møguleikan nú.

Arbeiðsuppgávurnar eru málsviðgerð og bókhald í sambandi við eitt nú arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, barsilsskipanina, ferðastuðul, frítíðargrunnin, rentustuðul, trygdargrunnin og vinnusjúkugrunnin. Uppgávurnar kunnu tí vera skiftandi, og tí mást tú vera til reiðar at taka við nýggjum avbjóðingum, tá ið tær koma.

Okur leggja dent á, at tú

  • dugir væl at leggja arbeiði títt til rættis,
  • kanst taka avgerðir og grundgeva fyri teimum,
  • arbeiðir sjálvstøðugt og vísir nærlagni og ábyrgd,
  • hevur kunnleika um bókhald og roknskaparuppseting.

Útbúgving og royndir

Tað er eitt krav, at tú hevur viðkomandi yrkisútbúgving, t.d. innan skrivstovu, ella at tú hevur drúgvar royndir í yrkinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við bókhaldsskipan landsins, t.d. FIGS og Webløn. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú kennir til journalskipanina 360. Okur vænta somuleiðis, at tú førleikamennir teg og tekur við møguligum skeiðum og útbúgvingum, sum TAKS bjóðar tær. Tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt og norðurlendskt.

Setanarviðurskifti

Alt eftir útbúgving og royndum er starvið lønt í lønarflokki 3 ella 4 sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsbrøkurin er 0,8. Starvsstaðurin er TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?

Trýst á “Søk starvið” og fyll út talgilda umsóknarblað okra. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Freistin at søkja er 13. januar 2020 á midnátt.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai-Britt Vinther, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á mv@taks.fo.

Facebook viðmerkingar